Demokratia búmerki
Monica Ósá Henriksen
Tjóðveldi
Bygda- og býarplanlegging
Ferðsla

Uppstillað í Klaksvíkar kommunu

 

Kommunan hevur í dag fleiri góðar verkætlanir, sum antin eru í gongd ella tiknar í nýtslu hálv lidnar.

Hetta hevur avleiðingar fyri vinnu, íbúgvar og gestir á økinum, og keðiligasta dømið er byggingin á Sandinum.

Vit hava Biskupstorg, Varpið, Betesda, Húsarhaldskúla, kappróðrarneyst, Nólsoyar Pálshúsið og hotell og annað, sum eru í hjartanum í býnum.

Hetta eigur at vera ein miðbýur, sum skapar livandi umhvørvi - bæði sum familjuøki, vinnuøki, mentanarøki og ungdómsøki.

Karmarnir rundan um eru tó ein stór forðing fyri at nýta hetta til fulnar. Vánalig parkeringsviðurskiftir, ongin gongu- ella súkklubreyt. Ójavnt undirlag hjá bilum at koyra á, og eg kundi blivið við.

Tað harmar meg sum borgari í Klaksvík, at kommunan ikki raðfestir hesi viðurskiftir hægri. Sum mamma haldi eg tað ikki vera nóg trygt at fara ein túr við børnunum oman á økið. Sum vinnurekandi í Biskupstorginum haldi eg ikki atkomuna vera nøktandi, og sum viðskiftafólk eri eg sera ónøgd við parkeringsviðurskiftini.

Hettar mugu og eiga vit at kunna gera betur!

Klaksvíkar býráð hevur eina avgerðandi uppgávu í at finna eina skipaða, haldbara og gjøgnumhugsaða loysn.

Vit hava tørv á at tryggja eina væl skipaða parkeringsætlan og gongubreyt, sum bæði tekur atlit til allar borgararnar, tey sum búgva á økinum, viðskiftafólk og tey, sum hava arbeiðspláss tætt við økið.

Vit noyðast at hugsa okkum væl um, leggja arbeiði í at kanna ymiskar loysnir og samstarva við borgarar og aðrar eindir í býnum fyri at gera  eina góða ætlan fyri økið.

Við einum góðum yvirliti kunnu vit á ein betri hátt gera eina ætlan fyri, hvussu vit útbyggja parkeringsøkið, so at tað ikki bert nøktar tørvin í løtuni, men eisini fyri framtíðarmenning av Klaksvík.

Loysnir skulu taka atlit til bæði býarparkering, súkklandi og gangandi fólki fyri at skapa ein meira lívligan og atkomuligan bý.

Við einum skjótum og virknum arbeiði kunnu vit tryggja, at borgarar, vinna og ferðandi trívast betri í miðbýnum.

Tað kostar heilt vist pengar at gera, men skal Klaksvík hava ein veruligan miðbý, so hava vit ikki ráð at lata vera.

 

Monica Ósá Henriksen