Demokratia búmerki
Maria Hammer Olsen
Javnaðarflokkurin
Eldraøkið
Børn og ung
Mentan
Ítrótt

Eg eiti Maria Hammer Olsen, eri 59 ára gomul, ættað úr Syðrugøtu og búsitandi í Tórshavn. Í tíðarskeiðinum 2009-2012 sat eg í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin. Eg eri útbúgving sjúkrarøktarfrøðingur og havi master í “sundhedsinformatik” og fólkaheilsu. Eg havi m.a starvast á Skurðgongini á Landssjúkrahúsinum og innan talgildu heilsuskipanina. Eitt skifti var eg projektleiðari fyri verksetingina av talgildu heilsuskipanini í Grønlandi. Seinastu 7 árini havi eg starvast á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Setrinum, fyri tað mesta sum kliniskur útbúgvingarleiðari.

Áhugamál og politisku hugsjón:

Ein rúmlig kommuna.

Eldraøkið er eitt av mínum heilt stóru hjartamálum. Eg vil gjarna taka lut í menningini av eldraøkinum og menna tilboð sum liggja ímillum at vera heima og vera á røktarheimi. Eitt annað sum hevur mín heilt stóra áhuga er vælferðarteknologi og onnur teknologi, sum uttan iva verður flættað meira og meira inn í eldrarøktina í framtíðini. Eg vil arbeiða fyri, at sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk eru við til at definera, hvussu teknologiin kann brúkast í røktina, soleiðis at fokus er á “dansin millum teknologi og menniskju”.

Míni áhugamál eru eisini innan ítrótt og annað frítíðarvirksemi, barnaøkið og mentanarøkið

Annars fái eg áhuga fyri tí, sum eg fái vitan um t.d. gjøgnum nevndararbeiði og vil gera mær ómak, óansæð hvat eg arbeiði við. 

Maria Hammer Olsen
Starv
Kliniskur útbúgvingarleiðari