Uppstillað í Tórshavnar kommunu
Ávísir politikarar eiga at taka sæti á býráðsskrivstovuni - at líkna við skipanina við landsstýrisfólki.
Eg haldi tíðina vera komna til at býráðsarbeiði verður virt, at politikarar fáa betri arbeiðssømdir og at vit byggja upp eina umsiting, sum umframt vanligt íløgu- og rakstrarvirksemi, stuðlar undir hugsjónarligum politiskum arbeiði á øllum økjum, eins og hon í størri mun virkar saman við politikarum og fólkinum sum heild.
Rakstrarligar rationaliseringar eiga at kunna løna hesum nýhugsanum og fyriskipanum.
Orsøkin til hetta uppskotið er at finna í niðanfyri standandi spurningum.
- Hví er so torført at fáa fólk á listarnar til býráðspolitisk arbeiði?
- Hví hoyra vit somu lyfti frá býráðspolitikarum setu aftaná setu, uttan at stórvegis kemur burturúr?
- Hví eru tilboð og tænasta hjá fólki afturúrsilgd, samanborið við grannalond okkara?
- Hví tykjast átøk mangan at vera hovsaátøk?
- Hví leingist millum væntanir hjá fólki og vanligu kommunalu tilboðini? Og so framvegis.
Ein kommuna, við góðum 5 milliardum pr. býráðssetu, eigur at seta sær hesar spurningarnar.
--
Hjá politikarum er býráðsarbeiði arbeiði við síðuna av, soleiðis at skilja, at politikarar hava onnur meinig størv.
Politiskt skipað arbeiði verður til ein ella tveir nevndarfundir og ein býráðsfund um mánan – við starvsuppgávu og skrá tilevnað av nevndarforfólki og umsiting.
Hjá samgongupolitikarum er uppgávan eitt sindur øðrvísi, í og við at forfólk hava smávegis vikuligar fundir við umsitingina.
Umframt hetta skipar borgarstjórin fyri felags fundarvirksemi.
Umsitingin arbeiðir, í fyrstu atløgu, rakstrar- og fyrisitingarliga eftir býarskipanum, lógum og reglum.
Umframt omanfyri nevnda smávegis býráðs-, nevndar- og fundarvirksemi kunnu verða kunningar um eitthvørt viðkomandi evni, fundir við fólk og áhugabólkar í kommununi, eins og politisk umboðan við serlig høvi.
Hetta eru umstøðurnar til skipað politiskt arbeiði í Tórshavnar kommunu í dag.
Skjótt er at síggja, at stórvegis hugsjónarligt arbeiði, nýhugsanir, dagføringar á vælferðarøkjum og kjak millum politikarar á yvirornaða støðinum meira ella minni ikki er til staðar. Ikki heldur við atliti til støddina á býnum og politiskum avbjóðingum. Hetta saknaði eg nógv, tá eg sat í býráðnum næstsíðstu setu.
Við fyrivarni fyri, at eg kann gera onkrum politikara órætt ella undirmeta onkrar temadagar, so haldi eg, at nógv betri umstøður eiga at vera til hugsjónarligt, skipað og langtíðarrættað arbeiði á øllum økjum.
Hetta gera vit ikki í núverandi skipan!
Eitt øðrvísi skipað arbeiðsøki, sum gevur ávísum politikarum høvi til at viðgera, samstarva, sparra, stuðla og menna økini á tvørs av eindum og tosa saman um heildirnar, eigur at styrkja politiska arbeiðið. Eins og boð verða eftir fleiri hugsjónarligum politikarum.
Orsøkin til ørkymlan um býráðsarbeiði í sjálvum sær gjørdi, at eg aftraði meg við at bjóða meg fram á valevnislista. Møguliga er hetta eisini galdandi fyri onnur dugnalig fólk, sum himprast við at bjóða seg fram orsakað illa skipað politiskt arbeiði.
Hinvegin eri eg eisini av tí fatan, at um ikki onkur varpar ljós á hetta, krevur broytingar og er konstruktivur hesum viðvíkjandi, so halda vit fram hesa oyðumarkarferð við skiftandi politikarum, óskipaðari býarbygging bæði sum fysisk, fólkslig og býarsamfelagslig viðurskifti.
Ja, at býurin reint bústaðar- og trivnaðarliga fer eftir hæli.
Innleiðandi ynski um broytingar og politikarar í føstum starvi kundi tryggjað býnum lív lagað í tí líki sum hoyrir tíðini til og sum í størri mun er ein samanrenning millum vanligan býarrakstur, býarmenning og vøkstur og menning av allari tí tænastu, sum fólkið eigur at verða fevnt av på godt og ondt, úr vøggu í grøv.
Hetta fekk meg at skifta meining, arbeiða fyri, vóna um betri umstøður og bjóða meg fram sum valevni aftur hesa ferð.