Demokratia búmerki
Katrina í Geil
Borgaralistin
Bygda- og býarplanlegging

Í Tórshavnar kommunu fáa summi fyrimun fram um onnur. Er tað í lagi?
Ferð eftir ferð eru borgarar í Tórshavnar kommunu frammi, sum føla seg illa viðfarnar. Skúgvað til viks av avgerðum, sum kommunan tekur yvir høvdið á teimum.
Hóast talan er um avgerðir, sum hava stóra ávirkan á tey og teirra dagligdag, verða tey ikki hoyrd, og mál verða trýst ígjøgnum uttan fyrilit til vanliga borgaran. Til tín og til mín.
Hotel, parkeringshús og íbúðarbygningar
Heldur enn at arbeiða fyri okkum borgarum, sum gjalda skatt og fíggja allan rakstur av kommununi, rennur býráðið ørindi fyri peningasterkar einstaklingar og teirra seráhugamálum.
Eftir bílegging verða byggisamtyktir broyttar fyri einstøk grundstykkir. Undantaksloyvi verða ferð eftir ferð givin til at kroysta m.a. parkeringshús, hotel ella íbúðarbygningar inn á øki, sum als ikki eru egnaði til slíka bygging.
Alt uttan minsta fyrilit til grannar, grannaløg og onnur í kommununi, sum skulu liva við og í tí óskili, sum hetta hevur við sær.
Hetta má steðga
Hesum óskilinum ætlar Borgaralistin at steðga beinanvegin.
Byggisamtyktir eru eitt týdningarmikið amboð at skipa býin og byggingina eftir. Ein skipan, sum øll fólk í kommununi eiga at rætta seg eftir.
Byggimál skulu viðgerast líka fyri øll og eftir galdandi reglum – uttan atlit til seráhugamál hjá einstaklingum og politikarum, so borgarin aftur kann føla seg tryggan og virðiligt viðfarnan.

Katrina í Geil