Demokratia búmerki

Eg stillaði upp, tí eg hevði nakað uppá hjarta

19. oktober 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Ása Elisabeth Holm, borgarstjóri í Porkeris kommunu

Navn: Ása Elisabeth Holm


Kommuna: Porkeris kommuna


Borgarligt starv: Eg eri heilsufakfólk við leiðsluútbúgving. Eg var dagrøktarleiðari í barsilsstarvi hálva tíð og arbeiddi sum fastur avloysari hjá Føroya Tele, tá eg valdi at stilla upp til kommunuval.


Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Eg valdi at stilla upp til kommunuval í 2020 fyri fyrstu ferð og bleiv borgarstjóri. Eg eri eisini næstforkvinna í stýrinum hjá BHS.


Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tað er at kunna finna góðar loysnir saman við bygdaráðnum, sum gagna okkara borgarum. Tó má ein eisini taka ópopulerar avgerðir. Tað er eisini nakað, ein verður noydd til viðhvørt. Í einari lítlari kommunu sum Porkeri eru ikki fleiri nevndir, og tí kunnu málini avgreiðast skjótt.


Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Á øllum økjum, haldi eg. At hava eina góða fíggjarstýring, og at vera opin fyri samstarvi við grannakommunur. Fremsta uppgávan er at viðgera allar borgarar eins.


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Trivnaður fyri allar borgarar í kommununi, barnaøkið og eldraøkið. Annars fríðkan og viðlíkahald, og somuleiðis at fáa betri karmar til ítrótt og frítíðartilboð til ungdómin.


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Tí eg hevði nakað uppá hjarta, serliga viðvíkjandi dagrøktini, og tað er eydnast væl, haldi eg.


Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? At betra karmarnar hjá dagrøktini, útstykkingin á Fløttinum, fríðka bygningarnar hjá kommununi, planta fleiri trø í viðarlundini og fingið nummur á gomlu gravirnar í gamla kirkjugarði, áðrenn tann vitanin fer.


Ætlar tú at halda fram næstu setu? Ja, eg havi valt at bjóða meg fram til eina setu afturat. Nú tá karmarnir hjá dagrøktini og bygningarnir hjá kommununi eru dagførdir, er pláss fyri øðrum spennandi málum komandi fýra árini.


Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? At útbyggja skúlan og fáa nýtt gólv á høllina, sum fer at skapa betri karmar og trivnað í bygdini.  Vit hava ein góðan skúla, sum verður nógv brúktur í vikuskiftum til ymisk tiltøk. Annars ynski eg at halda á við at betra korini hjá okkara eldru borgarum


Hví skal mann stilla upp til kommunuval? Eg haldi, at øll, sum hava hug at fáa framgongd, eiga at bjóða seg fram til kommunuval.