Kommunupolitikkur hevur so ómetaliga nógvar góðar upplivingar við sær!
Navn: Gunvá við Keldu
Kommuna: Klaksvíkar kommuna
Borgarligt starv: Virkiseigari/Stjóri á Estra Vasti – Útbúgvin Grafonom
Hvat er tað besta við at vera í býráðnum? Eg havi lært týdningin av, hvussu góð kjak finna fram til góðar loysnir. Eg havi verið við at ávirka gongdina í nærumhvørvinum. Nógvar góðar upplivingar hava verið, sum eg ikki hevði havt møguleika fyri sum privat persónur. Tað hevur verið mennandi at verið við í skapandi loysnum saman við borgarunum, fyrisitingini og samstarvsfeløgum.
Ein politikari í Klaksvík segði einaferð, at allir borgarar áttu eftir røttum at roynt eina setu í býráðspolitikki, so øll kundu fingið innlit í, hvussu tað er. Eg hugsi við hesum, at tað er so lætt at sita uttan fyri og hava sterkar meiningar. Tað er ikki altíð so lætt at loysa tey ymisku málini. Tí tá ið tú hevur ábyrgd og mást taka avgerðir, mugu allar síður viðgerast, og eru málini langt frá svørt/hvít.
Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Sum fólkavald fekk eg eina rødd, og harvið ávirkan. So, um tú dugir væl at nýta tína rødd, kanst tú gera stóran mun. Samanumtikið haldi eg, at politikararnir sum oftast eru ógvuliga konstruktivir. Vit vilja jú øll tað besta fyri býin og kommununa. Tað er bara ikki altíð, at vit eru samd, hvør vegurin hagar skal vera.
Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Mentan, umhvørvið og tey eldru hava verið høvuðsmálini. Eisini fíggjarmál hava havt mín stóra áhuga. Eg havi eisini altíð arbeitt fyri at fáa meiri fígging til viðlíkahald, og tað hevur verið rættiliga tungt. Tað tykist ikki at vera áhugavert mál hjá flestu politikarum.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Eg varð spurd av Norðoya Fólkafloksfelag. Babba hevði sitið áratíggjur í býráðnum og gavst, so tað var kanska nærliggjandi, at tey hugsaðu um onkran ”arvtakara”. Tá var eg kanska fyrsta valið. Ta setuna fekk eg ágóðan av hansara arbeiði, tí eg var jú púra ókend politiskt. Men so haldi eg, at eg byrjaði at prógva meg og fekk atkvøðurnar við egnum arbeiði. Eg kendi tað sum stórt álit at verða spurd, og eri so sera takksom fyri øll tey, sum hava víst mær álit, so eg havi kunnað sitið í býráðnum í fimm setur.
Eg havi verið vald hvørja ferð, eg havi stillað upp. Eg havi kent eitt stórt álit frá veljarum og samstarvsfeløgum at gerast fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og at vera tann kvinnuligi býráðslimurin, ið hevur sitið longst í býráðnum.
Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Eg eri serliga glað fyri, at vit, setuna eg var borgarstjóri, fingu sett hol á miðbýin. Vit útskrivaðu stóra hugskotskapping, har yvir 150 uppskot komu inn. Hetta arbeiðið endaði við, at býráðið samtykti leistin, ið miðbýurin er og verður bygdur eftir. Eg eri eisini takksom fyri, at tey fylgjandi býráðini frá 2012 hava verið trúgv móti uppskotinum, og áhaldandi hava arbeitt eftir leistinum, hóast nakað broyttur, sum árini hava ginigð.
Tað hevði stóran týdning fyri meg, at vit megnaðu at byggja Skúlan við Ósánna lidnan. Skúlin, sum í dag er ein týðandi partur av skúlanum á Skúlatrøð. Somuleiðis, at vit megnaðu at fara undir at byggja eldraheim, Heimið við Vágna, sum var eitt nýbrot. Hetta hóast fíggjarvánirnar ikki vóru so góðar tá.
Øll vita, at skulu vit náa teimum málum, vit seta okkum, so skal dygg fígging til. Ti var eg glað um, at vit setuna, har eg var borgarstjóri, kundu geva ein kommunukassa víðari, sum var væl fyri.
Eg havi sett so stóran prís uppá tað álit, mær er víst sum býráðslimur og borgastjóri. Somuleiðis, at eg fekk møguleika at gerast forkvinna í KSF, Kommunusamskipan Føroya, sum var felagið hjá stóru kommunum. Í dag kent sum Kommunufelagið, ið hevur allar kommunur í Føroyum sum limir.
At eg nú at enda fekk møguleikan at gerast limur og forkvinna í IRF, havi eg verið serstakliga glað fyri. IRF, sum er ein sólskinssøga í kommunalum høpi. At kommunurnar hava megnað at sligið ring um henda felagsskap, sum so at siga hevur uppdrigið føroyingar, og gjørt okkara oyggjar bæði grønari og ruddiligari.
At hugsa sær broytingina frá fyrsta valinum, eg varð vald í 2004, tá ið Dúgvan sigldi, og tá so Norðoyatunnilin kom, sum kollvelti býin, kommununa og lokalsamfelagið í Norðoyggjum. Eg eri takksom fyri at hava havt møguleikan at verið við hesi árini, við stóru broytingunum, sum hava broytt og ment okkara kommunu so ómetaliga nógv.
Ætlar tú at halda fram næstu setu? Nei, eg gleði meg at fylgja við á síðulinjuni. Vóni, at komandi býráð við treysti fer at halda áfram við góða arbeiðinum, og ynski eg teimum hepna hond.
Hví skal man stilla upp til kommunuval? Vit eiga at dyrka fólkaræðið, og har hava vit øll ábyrgd. Eisini er tað serstakliga mennandi persónliga, og so hevur tað so ómetaliga nógvar góðar upplivingar við sær, hóast strævið til tíðir. Eg vil viðmæla øllum at royna tað, ungum sum eldri, kvinnum sum monnum.
Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki:
Klaksvíkar býráð – 2004 til 2024
2004 vald í Klaksvíkar býráð
- Forkvinna í Mentananrnevndini
- Nevndarlimur í Sosialu nevnd
- Nevndarlimur í Byggi- og býarplansnevndini
- Nevndarlimur í Ferðavinnuni í Norðoyggjum
2008 vald í Klaksvíkar býráð
- Borgarstjóri
- Forkvinna í Fíggjarnevndini
- Forkvinna í staðbundnu nevndunum
- Stýrislimur í KSF
- 2011-2012 Forkvinna í Kommunusamskipan Føroya
2012 vald í Klaksvíkar býráð - 2. varaborgarstjóri
- Nevndarlimur í Teknisku nevnd
- Nevndarlimur í Mentanarnevndini
- Nevndarlimur í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini
2016 vald í Klaksvíkar býráð
- 2. varaborgarstjóri
- Nevndarlimur í Fíggjarnevndini
- Nevndarlimur í Mentanarnevndini
- Nevndarlimur í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini
- Nevndarlimur í Trivnaðarnevndini eldri og bústaðir
- Nevndarlimur í Norðoya bú- og heimatænastu
2020 vald í Klaksvíkar býráð
- Forkvinna í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini
- Nevndarlimur og síðani forkvinna í eldri & bústaðir
- Nevndarlimur í Mentanarnevndini
- Nevndarlimur í Heilsunevndini
- Nevndarlimur í Norðoya bú- og heimatænastu
2021-2022 - Nevndarlimur í IRF
2023-2024 - Forkvinna í IRF
Aðrir politiskir álitissessir
Limur í Kringvarpsstýrinum
Limur í Ráðnum fyri brekað