Onkuntíð er neyðugt at bróta upp um ermar
Navn: Annika S. Biskopstø
Kommuna: Klaksvíkar kommuna
Borgarligt starv: Lærari á Miðnámi á Kambsdali, har eg undirvísi í sálarfrøði og mentanarfatan.
Politisk álitisstørv og tíðarskeið í politikki: Býráðslimur í Klaksvíkar Býráð 2020– 2024. Forkvinna í Heilsunevndini og í Eldri- og bústaðir. Næstforkvinna í Mentanarnevndini og nevndarlimur í Børn og ung og Umhvørvis- og býarskipanarnevndini. Eisini eri eg í stýrinum í Norðoya bú- og heimatænastu.
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum?
Ivaleyst at gera mun í nærumhvørvinum og at flyta samfelagið á eina kós, sum hugsar meira um fólkið og framtíðina enn bilar og betong.
Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun?
Í heila tikið haldi eg, at tað er trupult at deila økini upp, tí alt hongur saman. Tí, hvat er býarskipan uttan trivnað? Og hvat er vinna uttan umhvørvið, ella mentan uttan heilsu? Ofta hevur man hug at gera bólkingar, eisini í býráðshøpi, við tí úrsliti, at øll arbeiða hvør í sínum lagi. Og tað kann skjótt gerast óumhugsað og dýrt. Eg vil fegin vísa á samanhangin og skapa samstarv tvørtur um økini.
Eisini haldi eg, at vit eiga at kortleggja eina yvirskipaða visjón og arbeiða miðvíst við einari góðari heildarætlan fyri kommununa. Tað eru tó tey menniskjaligu og umhvørvisligu virðini, eg haldi eru grundarlagið í øllum samfelagnum.
Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki?
Eg ynski ein bý við fleiri gongu- og súkklubreytum, at vit gróðurseta fleiri trø, skapa savnandi torg og kreativ býarrúm, og at vit varðveita og virðismeta gamlar søguligar bygningar og støð. Eins og vit skulu verða opin fyri, at samfelagið allatíð flytur seg og gerst meira fjølbroytt. Vit skulu eisini hugsa um tryggleikan og trivnaðin hjá børnunum. Og tey ungu skulu tíma at vera her, eisini í vikuskiftinum.
Í heila tikið skal tað vera gott at búgva í Klaksvíkar kommunu. Og dagurin skal vera meiningsfullur og innihaldsríkur, eisini hjá teimum eldru.
Í løtuni mangla vit familjur í burðarførum aldri. Tað hevur týdning, at vit hava størv og íbúðarloysnir til teirra. Við at raðfesta alternativa bygging, verður møguligt hjá ungdóminum og teimum við lægri lønum at fáa tak yvir høvdið. Umframt at tey eldru kunnu leysgeva síni stóru hús og sjálvi flyta í okkurt minni. Men í øllum, sum vit gera, eiga vit at taka umhvørvislig atlit og velja skynsamar loysnir, sum ikki binda komandi ættarliðini so mikið, at tey hóra undan.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð?
Eg varð spurd fleiri ferðir og hevði bestan hug at siga nei. Kanska eisini tí, at eg eri smábarnamamma. Men sjálvandi skulu kvinnur í burðarførum aldri vera við í politikki og gera síni sjónarmið galdandi.
Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið?
Tað eru uttan iva matarskipanin á Skúlatrøð og so Barnabókasavnið. Bæði eru kærkomin og væl móttikin. Eisini eri eg errin av umhvørvis- og mentanarvikunum, Virkið vár og Virkið heyst. Og eg fegnist eisini um barna- og umhvørvisbókina um “ærina Ýr”, sum er ein gáva til teir smæstu borgararnar í kommununi.
Og tað, at vit í Klaksvík hava gróðursett 1000 trø og spírar kring rennibreytina, er eisini ein byrjan. Harafturat havi eg verið við til at ljóðbjálva allar barnagarðarnar í Klaksvíkar kommunu, latið barnafamiljum ókeypis ansingargjald um jóltíðir og fingið eitt heilsuøki í Borðoyavík til fólk sum dippa.
Ætlar tú at halda fram næstu setu? Ja <3
Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu?
Vit skulu síggja og gagnnýta teir møguleikar, sum eru í nærumhvørvinum. Tað behøvist ikki at vera so dýrt at skapa ein góðan, rúmligan og vakran bý. Tað snýr seg líka nógv um raðfesting og góða planlegging. Vit skulu eisini minnast til, at smábygdirnar í kommununi ikki eru ein útreiðsla, men eitt virðismikil tilfeingi bæði tá tað kemur til búseting, ferðavinnu og matmentan.
Eg vil fegin, at kommunan er rein og frí, og at hon blómar í øllum krókum. Men mest av øllum vil eg stinga fingurin niður í jørðina og lurta eftir fólkunum, sum her búgva.
Hví skal man stilla upp til kommunuval?
Tað hevur týdning at siga sína meining, og onkuntíð er eisini neyðugt politiskt at bróta upp um ermar, fyri at broytingar skulu henda í samfelagnum.