Stilla upp um tú hevur eina jaliga visjón
Navn: Marita Sumberg
Kommuna: Viðareiðis kommuna
Borgarligt starv: Sjúkrarøktarfrøðingur á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Politisk álitisstørv og tíðarskeið í politikki: Havi sitið sum kommunustýrislimur í Viðareiðis kommunu frá valskeiðnum 2016 - 2020, og frá januar 2021 havi eg sitið sum borgarstjóri í kommununi.
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Eitt, sum er gott við at sita í kommunustýrinum er, at tú fært eina vitan um, hvat rørir seg í kommununi, og tú kanst hava eina ávirkan á at betra um viðurskifti, sum ikki eru heilt nøktandi ella mangla.
Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Í einari lítlari kommunu eru ikki eins nógvar nevndir, sum í teimum stóru kommununum. Hetta ger, at ein fær eina greiða vitan um, hvat gongur fyri seg á øllum økjum. Tað er av stórum týdningi, at hugt verður eftir kommununi sum ein heild, so arbeiðið kann fevna so fjølbroytt sum gjørligt á øllum økjum.
Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Míni hjartamál í kommunupolitikki eru, at bygdin skal verða eitt gott stað fyri allar aldursbólkar at virka og liva í. At barnaansingin er nøktandi, at ungdómurin trívist og at tey eldru kunnu fáa ein so góðan og virðiligan aldurdóm í bygdini, sum møguligt.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Eg valdi at stilla upp, fyri at kunna sleppa at gera mun og vera við til at fáa míni hjartamál ígjøgnum.
Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Eg eri serliga glað fyri, at:
- arbeiðið við at byggja nýggjan dagstovn er byrjað.
- vit hava fingið eitt stað til ungdómin, sum tey kunnu koma saman og hugna sær í vetrarhálvuni.
- vit hava fingið eitt dagtilhald á Viðareiði.
- tey eldru hava fingið eitt høli við nýmótans venjingarútgerð, so tey kunnu íðka og harvið halda sínar førleikar
- við líka og tí kunnu búgva í egnum heimi sum longst.
- vit hava fingið nøkur grundøkir til vega.
Ætlar tú at halda fram næstu setu? Havi ikki tikið endaliga støðu, um eg stilli upp til næstu setu.
Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Um eg veri við í næstu setu, vil eg fylgja arbeiðinum, sum er í gongd, á mál. Eri serliga spent uppá nýggja dagstovnin.
Mín vón er eisini, at NBH, sum vit eru ein partur av, fer undir at byggja tænastudepilin, sum kann bjóða endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjandi venjingar og dagtilboð til borgarar, sum eru 67 ár og eldri. Við hesum tænastudeplinum kemur tilboðið nærri til borgarar eystan Múla.
Hví skal man stilla upp til kommunuval? Ein skal stilla upp til kommunuval, um ein hevur eina jaliga visjón og eina missión fyri kommununa.
Um violetta stólin
Nú kommunuval er í hondum hevur Demokratia sett kvinnur í kommunustýrum kring Føroyar í tann violetta stólin, har tær sleppa at svara spurningum um sítt virki sum kommunstýrislimir.