Sálmar, yrkingar og ikonur í Bygdarskúlanum í Miðvági
04. mars 2020
Altjóða Kvinnudagin, 08. mars, verður hátíðarhald í Bygdarskúlanum í Miðvági frá kl. 15.00.
Undir yvirskriftini “Kvinnur og skaldskapur” fara vit at hoyra Sólrún Michelsen hugleiða um skaldskap og sálmayrking, og hon lesur egnar yrkingar á degnum.
Jónley á Løgmansbø, sum hevur givið út 2 yrkingasøvn, kemur at lesa upp úr sínum yrkingum, og yrkingar úr savninum “Sorgarvón”, sum Anna Elisabeth Hansdóttir í Kálvalíð gav út í november 2019, verða lisnar upp.
Vágakvinnur sýna fram ikonur, tær hava skrivað/málað, og Jórunn Gudmundsen framførir egin løg.
Alt hetta, saman við einum góðum drekkamunni, er á skránni í Bygdarhúsinum í Miðvági á Altjóða kvinnudegnum 08.03 kl. 15.00.
Hjartaliga vælkomin til eina løtu við list, upplestri, tónleiki, práti og hugnaligari samveru.
Kvinnubólkurin í Vágum.