Demokratia búmerki

Stórfingin gáva frá Kongshavnar kvinnufelag

04. desember 2019
Kongshavnar Kvinnufelag hevur í kvøld skrivað undir avtalu við Runavíkar kommunu, ið ber tað við sær, at Kvinnufelagið letur tvær og eina hálva millión krónur – 2.500.000,00 – til Gulu Smiðjuna í miðbýnum. Gávan er eyðmerkt soleiðis, at hon skal brúkast til at gera hetta nýggja aktivitetshúsið liðugt, fyri at tað kann takast í brúk hjá serliga ungum og eisini eldri eftir tørvi.

Støðan er íkomin, eftir at kommunan hevur víst húsi felagsins áhuga í sambandi við tørv á dagstovnaøkinum og alternativt til brúks á frítíðarskúlaøkinum. Húsið er granni hjá Glyvra skúla og stendur á matr. no. 133d, Glyvra bygd, og grundøkið er 1.145 fermetrar til støddar. Upprunaliga var ætlanin at langtíðarleiga húsið, men undir drúgvu tingingunum kom Kongshavnar Kvinnufelag við hugskotinum, at betra loysnin kanska var, at kommunan keypti húsið. Saman við hesum bjarta hugskoti borðreiddu tær við gávuni á 2½ mió. kr., sum tær ætlaðu at geva keyparanum aftur, serliga fyri at fáa ungdóminum í økinum betri kor.


Málið hevur fingið eina drúgva viðgerð á báðum síðum. Í okkara føri í nevndum og býráði og Kvinnufelagið hevur havt nevndarfundir og limafund um søluna og gávuna, og báðir partar hava tikið dyggiliga undir við ætlanini. Í kvøld skrivaðu partarnir undir í kvinnufelagshúsinum á Glyvravegi 4 á Glyvrum.


Hendan hendingin, at felagið letur stórfingna gávu til borgaran og trivnaða hansara, er framhald av einum einastandandi hugburði, sum altíð hevur eyðkent Kongshavnar Kvinnufelag. Ein trivalig sosial dimensión hevur fylgt arbeiði felagsins frá fyrsta degi. Í 50árunum í hinari øldini vóru sosialu samfelagsstrukturarnir ikki teir sum vit kenna, og umframt so nógv annað, legði felagið til brots fyri at fáa í lag ansing av børnum í økinum. Tað eydnaðist umframt alt annað sum hesar frægu kvinnur fingu í lag, og sum felagið setti sær fyri at fáa upp at standa.


6. november 1957 var Kongshavnar Kvinnufelag stovnað í Glyvra skúla. 19 kvinnur møttu, og í fyrstu nevndini sótu:


Formaður:   frú Elsa Súsanna Jacobsen, Glyvrar
Næstformaður:   frú Helena Bjarnadal, Glyvrar
Kasserirska:   frú Inga Djurhuus, Saltangará
Limir:   frú Sanna Vang, Glyvrar
frú Johanna Hansen, Saltangará
Tiltakslimir:   frú Elin Hammer, Runavík
frú Guðrun Magnussen, Saltangará


Á fyrsta fundinum var avgjørt at arbeiða fyri okkurt gott endamál og at møtast eina ferð um vikuna. Limagjaldi var sett til kr. 2,- um mánaðin.


62 ár eftir hendan fyrsta fundin kann staðfestast, at felagið hevur verið serdeilis virkið og sjónligt í lokalsamfelagnum og nógv munandi liggur eftir á søgulig slóð felagsins. Fundarbøkurnar eru til, og eru tær ein stórfingin søga í sær sjálvum. Søgan um eina sjáldsama stóra menning, í einum øki, har Kvinnufelagið gjørdist ein stórur og avgerandi spælari.


Felagið er stovnað um ta tíðina, táið vøksturin í økinum var tiltakandi og m.a. varð Glyvra skúli bygdur um somu tíð – ein ávaring um, at tað av álvara fór at grógva um gangandi fót fyri framman.


Her hava nógvar hendur lagt til varðan hesi árini, og tey sum eru komin nakað til árini minnast helst legendarisku forkvinnuna, Elsu Súsonnu Jacobsen, sálu, sum ein strembara av Guðs góðu náði. Ein samfelagsberandi kyndil av teimum trivaligu, og eigur henni at verða settur ein varði, táið rætta høvið býðst til tess.


Í nevnd felagsins, sum tók avgerðina um at veita Gulu Smiðjuni gávuna, sita: Fríðbjørg Weihe, Anna Tróndargjógv, Maria Hansen, Josfrid Danielsen og Brynhild Johansen.


Vegna borgararnar takkar borgarstjórin hjartaliga fyri, at tað eydnaðist at semjast um handil og hesa stórfingu gávu, við ynskinum um, at Kongshavnar Kvinnufelag fær blíðan byr í ókomnum døgum, vikum og árum.


Við hesi gávuni, og tí sum sett er av á FÆ2020 til Gulu Smiðjuna, fer tað at eydnast at gera býarinnar aktivitetshús liðugt í 2020 – eitt høpi, sum leingi hevur verið saknað.


(Kelda: Runavíkar kommuna)