Valfundur í Havn
27. august 2019
Týskvøldið 27. august kl. 19:00 skipar Demokratia fyri valfundi í Smæruni í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Havn.
Evnið er vælferð, herundir heilsuverk og javnstøða. Valevni fyri flokkarnar luttaka.
Á fundinum verður eisini eitt kveikjandi innspæl frá Elisu Vang, samfelagsfrøðingi og stand up-komikara.
Høvi verður hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini.
Orðstýrari er Liljan Weihe.
Kaffi/te og køkur vera at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.