Nýggj bók
07. mars 2021
í samband við Altjóða Kvinnudagin 8. mars 2021 gevur Sprotin út sangbókina Kvinnusangir. Tað er Turið Sigurðardóttir, sum hevur savnað sangir og stuttar tekstir um hvussu føroyskar kvinnur hava vunnið sær rættindi í bitum við bit og slit. Einki er komið av sær sjálvum. Tað minnast og hátíðarhalda vit 8. mars á hvørjum ári, og altso í ár við nýggjari bók. Takk fyri hesa!