Ein heilsan frá forkvinnuni á kvinnudegnum
Ja, so er aftur 8. mars, altjóða kvinnudagur, og hvat so? Niðri kalla tey dagin ‘kvindernes kampdag’, men heilt so bombastisk eru vit sjáldan í Føroyum. Í dag verður ikki farið fram við herrópum ella upp á barrikadur at berjast fyri okkara rættindum. Tað er heldur ikki neyðugt, ha? Vit hava tað jú gott. Vit kunnu alt tað, sum vit vilja her í Føroyum, so hvat er eftir at berjast fyri?
Ein og hvør smágenta kann droyma um at blíva løgmaður, um hon vil, og hon kann eisini blíva tað, um hon bara vil tað nóg nógv, um hon er fitt, røsk og skikkar sær pent í skúlanum, fær góðar karakterir, eina høga útbúgving, sær gott út (men ikki for gott), og er skilagóð og klók, (men ikki alt for klók, allíkavæl). Hon má seta sær greið mál, men ikki virka sjálvsøkin, hon má vera diplomatisk, men uttan at virka følsk ella hóttandi. Hon má skapa alliancur, men uttan at nakar varnast tað, hon má vilja valdi, uttan at hava maktgirnd. Hon skal helst ikki ganga í stilettum, men heldur ikki í fløtum skóm, hon má ikki vera ov feminin (ikki ‘reyða lepastift og dingeldangel’), men heldur ikki maskulin. Hon má ikki vera snjøll, men heldur ikki grovmælt, hon má ikki virka anonym, men heldur ikki stinga burturúr. Hon má vera væl við røttu menninar, so hon kann fáa ein pall (men ikki ov væl allíkavæl).
Ja, ein og hvør smágenta kann droyma um at blíva politikkari – men so má hon vera ein ísdrotning. Verður ein kvinna vald inn á ting, fær hon æruna at gerast maður! Løgtingsmaður!! Og hvør kvinna droymir ikki um at blíva maður?!
Tá tær so eru blivnar løgtingsmenn, so skulu tær ikki vilja broyta nakað. Og fyri Guds skyld ikki nakað so kollveltandi sum endingarnar á nøkrum orðum. Og so slett ikki um tær eru kvinnur og harafturat ungar! Óansæð hvussu væl fyrireikaðar tær eru, so er tað í øllum førum illa fyrireikað! Og málið um broyttu ískoytini til orðið løg- ella landsstýris- er alt ov ógvusligt inntriv, nógv álvarsligari enn nakað mál um skattalætta ella tillutan av fiskirættindum! Tey seinnu málini krevja ikki stórvegis fyrireiking ella semju ella grein 25 nevnd ella broyting av nakrari skipan, hóast tey grundleggjandi ávirka eitt princip um samhaldsfesti – tað er jú bara eitt gamaldags hugtak, sum ikki er neyðugt í dag. Men um kvinnur vilja hava ávirkan, so mugu tær vera menn! Í øllum øðrum samanhangum, ella í hvussu er í hjúnabands-samanhangi, er sera týdningarmikið at kvinnur eru kvinnur, sum vilja hava menn, sum eru menn, sum vilja hava kvinnur. Men í politikki skulu kvinnur vera menn! Tað sigur seg sjálvt!!
Jú, tað hevur enn týdning at gera vart við kvinnudagin. Tað hevur týdning at varpa ljós á málburð, sum veitir øðrum kyninum framíhjárætt, tí málburður er fyrsta stigið til at broyta hugburð. Tað hevur týdnin at varpa ljós á kyn, og at tað er í lagi at vera kvennkyn og kvinnulig í senn, uttan at skula finna seg í niðurgering. Tað hevur týdning at varpa ljós á #metoo og annan ágang, og at tað er í lagi at seta mørk. Tað hevur framvegis týdning at varpa ljós á lægra lønarlagið og arbeiðskor í typiskum kvinnustørvum, og á ójavnbýti í pensjónsviðurskiftum, í miðlunum og almenna rúminum.
Eisini onnur mál eiga at vera lýst frá øðrum sjónarmiðum, enn bara teimum vit vanliga hoyra frá! Øll mál hava uppiborðið at vera lýst frá ymiskum vinklum, tí tá finna vit sum samfelag bestu loysnirnar. Fjølbroytni hevur týdning á arbeiðsplássum, í politikki, í nevndum og ráðum. Vit mugu standa saman og stuðla hvørja aðrari í at traðka fram, har vit kunnu. Vit mugu taka ábyrgd og fáa ávirkan, har vit halda at tørvur er á okkara sjónarmiðum, og varpa ljós á tey økir, har vit sum kyn eru fráverandi! Tí okkara sjónarmið hava týdning og gera mun – eisini títt! Ind i kampen, kvinde!!
Góðan kvinnudag!
Kristina Gry Berg, forkvinna í Demokratia