Tjóðveldi hevur nú eisini svarað
Tjóðveldi hevur nú 8. mars eisini svarað uppá brævið, sum Demokratia sendi flokkunum 12. februar.
Tjóðveldi svarar soleiðis:
Vit í Tjóðveldi stremba altíð eftir javnstøðu í allari umboðan floksins. Gjøgnum árini hava nógvar kvinnur umboðað Tjóðveldi í álitisstørvum í nevndum, í kommunum, á tingi og í landsstýri.
Tjóðveldi strembar altíð eftir at fremja javnstøðu millum kynini, bæði í uppstilling til val og í umboðan floksins á tingi, í kommunum og í landsstýri. Ítøkiliga gera vit hetta við at lógirnar hjá Tjóðveldi tilskila greitt í §5 um javnstøðu, at í allari umboðan, herundir landsstýrisumboðan, skal javnstøða vera millum kynini.
Harafturat hevur Tjóðveldi í ásetingunum um uppstilling til val greitt tilskilað, at í uppstillingini skulu økisfeløgini, sum eru tey, ið finna valevni og stilla fólk upp til val, tryggja, at javnstøðan millum kynini verður best møgulig.
Vit hava í dag eina sterka og javna umboðan millum kynini í øllum liðum í flokkinum, og vit fara enn sum áður at stremba eftir at varðveita eina eins sterka og javna umboðan millum kynini eftir tey valini, ið standa fyri framman.