Til minnis um Ingrið Sondum
Í dag 8. desember frættist, at Ingrið Sondum var farin foldum frá. Ingrið gjørdist 86 ára gomul.
Ingrið Sondum hevði læraraprógv og skúlabókavarðaprógv og starvaðist í nógv ár á ymsum skúlum í Havn.
Ingrið Sondum var leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags í 1985-1996, og hennara hjartamál var at menna barnabøkur og gera tær til hvørsmansogn. Hon setti saman við øðrum Barnabókaklubban á stovn í 1986.
Ingrið Sondum var eisini sera virkin í at fremja javnrætt og at menna kvinnur soleiðis, at tær skuldu taka lut í politiskum arbeiði.
Hon var aktiv í Kvinnufelagnum og sat í blaðnevnd har eitt skifti. Hon var eisini við at skipa fyri kvinnutingi, tað fyrsta í 1979, og sama ár var hon sum suppleantur á tingi fyri Tjóðveldisflokkin saman við Jonu Henriksen í Javnaðarflokkinum og Karini Kjølbro í Tjóðveldisflokkinum við til at seta uppskot fram um at seta eina javnstøðunevnd. Uppskotið var samtykt, og fyrsta nevndin sett í 1981.
Ingrið Sondum er ein teirra, ið hevur slóðað fyri, at kvinnur skulu taka sæti á tingi og øðrum politiskum arbeiði, og tað eru vit henni takksom fyri.
Demokratia
*myndina hava vit fingið frá Bókadeild Føroya Lærarafelags