Demokratia búmerki

Gleðilig jól og eitt gott nýggjár

23. desember 2021
So gjørdist greitt, at 250.000 krónur vóru játtaðar afturat til javnstøðumál í 2022. Hetta fegnast vit um, tí sjálvsagt eiga eisini vit í Føroyum at hava nøktandi karmar at arbeiða støðugt og miðvíst við javnstøðu. Júst sum okkara grannar og allar aðrar nútímans demokratiskar tjóðir gera.

Økta játtanin merkir heilt ítøkiliga, at vit nú betri kunnu raðfesta at hava skrivara settan fulla tíð. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá bæði Demokratia og Javnstøðunevndini, sum deila skrivstovu.

Í 2019 fekk táverandi landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, 250.000 krónur afturat játtanini, og setti á stovn javnstøðuskrivstovuna. Hetta hevur síðan javnstøðulógin kom í gildi í 1994 verið eitt støðugt ynski hjá javnstøðunevndini. Tær hava víst á, at umstøðurnar at virka uttan skrivstovu vóru ónøktandi, og tí var hetta sera kærkomið og arbeiðið hevur hepnast væl. Nú eydnaðist tað so nú fyrrverandi landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at fáa 250.000 afturat. Hetta styrkir okkara abeiði.

Nevndirnar báðar gera seg nú til reiðar til 2022, og umframt tær føstu uppgávurnar sum eru ásettar í javnstøðulógini og endamálsorðingini hjá Demokratia, eru ítøkiligar ætlanir um at gera undirvísingartilfar til skúlar.