Demokratia búmerki

Nýggjur samskipari á Javnstøðuskrivstovuni

30. mars 2022
Brandur Mortensen Nolsøe er settur sum nýggjur samskipari á Javnstøðuskrivstovuni. Brandur er 31 ár og útbúgvin sosiologur frá Lunds Universitet. Hann hevur starvast sum fakligt starvsfólk á skrivstovuni hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, fyri UNICEF Danmark og í ymiskum høpi arbeitt við mannarættindum, eitt nú við at økja um vallutøku hjá borgarum við minnilutabakgrund og at útbúgva altjóða lesandi í mannarættindum, minnilutabólkum og sosialari inklusjón.

Brandur er sera fegin og spentur at sleppa at vera við í javnstøðuarbeiðinum og leggur afturat: “Skulu Føroyar vera eitt sterkt demokrati, krevst javnari umboðan, ikki bara í politisku skipanini, men í samfelagnum sum heild. Og tað er við upplýsing og áhaldni, at vit taka okkum fram.”

Samskiparin er skrivari fyri Javnstøðunevndina og Demokratia og hevur millum annað ábyrgdina av, at fyrireika mál til Javnstøðunevndina og Demokratia, miðla og varpa ljós á javnstøðumál, skriva frágreiðingar og annað.

Brandur byrjar í starvinum 2.mai 2022