Vit leita á skeivum stað eftir kvinnum í leiðslu
Kirsten Stendevad, rithøvundi og leiðslumennari, vil vera við, at ójavna býtið millum kvinnur og menn á samfelagstoppinum ikki snýr seg um kyn, men um eina meira grundleggjandi ójavnvág millum maskulinar og femininar eginleikar.
Í staðin fyri at ganga so høgt uppí, hvat kyn fólk hava, eiga vit at hyggja at eginleikum. Í vinnulívinum telja eginleikar, sum vanliga verða hildnir at vera mannligir, t.d. aggressivitetur, rástyrki og evnið at taka avgerðir, framvegis mest. Sokallaðir femininir eginleikar, so sum evnið at skapa felagsanda og arbeiðsgleði, eru afturímóti ikki í høgum kursi.
Hvørki menn ella kvinnur hava skyld í hesum. Menninir vóru teir fyrstu, sum komu á arbeiðsmarknaðin, og hava sostatt havt nógv ár at skapa karmar, sum hóska til teir. Kvinnur hava ofta lyndi til at briksla sær sjálvum, at tær ikki kunnu liva upp til mannligu normarnar.
Men brúk verður fyri fleiri femininum eginleikum í framtíðini, tá vit skulu liva av kreativiteti og tænastum, og robottar fara at taka sær av fleiri rationellum og analytiskum uppgávum.
So pláss má vera fyri bæði maskulinari og femininari orku, um vit skulu kunna varðveita burðardygga kapping og javnvág í heiminum, endar Kirsten Stenvad.
Kelda: Børsen
Les greinina her: