Demokratia búmerki

Digital haturstala og chikana móti kvinnuligum politikarum

17. august 2018

Fleiri danskir kvinnuligir politikarar fáa – umframt at verða kallaðar ljót orð - javnan hóttanir um neyðtøku ella deyða á sosialu miðlunum. Tað vísir ein donsk kanning, sum Kvinfo og Amnesty hava gjørt. 


Hetta er ein stórur trupulleiki fyri demokratiið og talufrælsið. Ikki minst er hetta ein stórur trupulleiki fyri kvinnuliga leiklutin í politikki, tí tá ágangurin er so stórur móti kvinnum, minkar motivatiónin hjá nýggjum kvinnum at royna seg. 


Eingin slík kanning er gjørd í Føroyum, men haturstala kemur eisini fyri her. Týskvøldið 25. september kl. 19-21 heldur Jógvan D. Hansen, filosoffur, fyrilestur í Mettustovu í Havn um fyribrigdið haturstala, og eftir hetta verður kjak. Tað er Kvinnufelagið í Havn, sum skipar fyri, og atgongd er ókeypis.


Sí meira um tiltakið á: https://www.facebook.com/events/1588031634632286/


Les meira um donsku kanningina: http://kvinfo.dk/chikane-af-kvindelige-politikere/