Demokratia búmerki

Gallup kanning

14. februar 2018

Demokratia hevur latið gjørt kanning av hugsjónum um javnstøðu í Føroyum.


Gallup hevur staðið fyri kanningini. 522 fólk frá 18 ár eru spurd. Kanningin fór fram í tíðarskeiðnum 19. desember 2017 - 3. januar 2018.


Vit vóna, at úrslitini kunnu brúkast í aðalorðaskiftinum á tingi, sum fer í gongd tann 27. februar. Her skuldi verið nógv áhugaverd tøl, sum kunnu geva eitt íkast til orðaskiftið.


Tey ymsu evnini, spurt hevur verið um, eru sjey:


Seinasta løgtingsval
Seinasta kommunustýrisval
Javnstøða í politikki sum heild
Hugur at stilla upp í politikki
Hvør hevur høvuðsábyrgd av húsarhaldinum
Barnsburðarfarloyvi
Vitan um Demokratia.


Í samband við val av kvinnum og monnum, so er greitt, at tað verða valdir fleiri menn enn kvinnur. Kanningin vísir, at tilsamans valdu 36 % kvinnu, meðan 57 % valdu mann. Tølini fyri kommunuvalið er , at 39 % valdu kvinnur og 45 % valdu menn. Tað sæst á tølunum, at kvinnur velja meira kvinnur enn menn: seinasta løgtingsval valdu 48 % av kvinnum eina kvinnu, meðan 25 % av monnunum valdu kvinnu. Somu tølini fyri kommunuvalið seinast er ávikavist 57% og 31 %. So tað sum onkuntíð hoyrist, at kvinnur ikki velja kvinnur, er ikki rætt eftir hesari kanningini, heldur eru tað menninir, sum enn velja flest menn.


Tá ið fólk verða spurd, um tey taka undir við javnstøðu í politikki sum heild, so siga 81% seg vera samd í hesum. 


Lóggeving um javnstøðu
Fólk vilja ikki, at tað skal lóggevast fyri javnstøðu á løgtingi og í kommunustýrum, og sami hugburður er at finna, tá ið fólk verða spurd um barnsburðarfarloyvi, har taka 86% undir við, at foreldur sjálv skulu býta barnsvurðarfarloyvi millum sín.


Húsarhald
Tað er eisini greitt í kanningini, at tað enn eru kvinnurnar, sum hava høvuðsábyrgdina av at keypa húsarhaldsvørur, gera døgurða, vaska klæðir, gera reint, fara til lækna/tannlækna við børnum og eru heima við sjúkum barni.


Demokratia er farin undir at arbeiða við kanningini og fer at brúka úrslitini at leggja ætlan fyri arbeiðið í 2018.


Kanningin kann takast niður niðanfyri.