Demokratia sent viðmerkingar til stjórnarskipanaruppskotið
Demokratia hevur 19. august sent Løgmansskrivstovuni hesar viðmerkingar til stjórnarskipanaruppskotið:
Hoyringssvar til Uppskot til stjórnarskipan Føroya
Demokratia hevur á fundi 16. august viðgjørt Uppskot til Stjórnarskipan Føroya.
Semja var um, at tað er stig á rætta leið at broyta heitini løgtingsmaður og landsstýrismaður til løgtingsfólk og landsstýrisfólk og at broyta løgtingsins umboðsmann til løgtingsumboð. Tað eru vit sera fegin um, tí at tað er sera umráðandi, at øll kenna seg aftur og umboðað sum fólkavald og umboð fyri landið, eisini í málinum.
Tó eru framvegis heiti, sum ikki eru broytt til kynsóheft mál: løgtingsformaður, løgmaður og floksformaður.
Heitt verður á Løgmansskrivstovuna um at bera so í bandi, at eisini hesi verða viðgjørd við tí fyri eyga at skapa kynsóheft heiti til hesi størv.
Tað ber t.d. til at brúka forfólk í staðin fyri formann, men vit vilja fyrst og fremst heita á tey, ið arbeiða við hesum máli, um at finna betri og meira tíðarhóskandi heiti til hesi størvini.
Endamálið við arbeiðinum í Demokratia er at økja um talið av kvinnum at umboða okkum í lands- og kommunalum høpi, og her er arbeiðið við málinum ein stórur og avgerandi partur av, at øll kenna seg sum javnbjóðis borgarar í landinum.