Sjey kvinnur á listanum hjá Tjóðveldi
Kvinnurnar á listanum hjá Tjóðveldi eru:
Annita á Fríðriksmørk
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Beinta Løwe
Bjørt Samuelsen
Hervør Pálsdóttir
Liljan Weihe
Sirið Stenberg
Fimm av hesum kvinnunum sita, ella hava sitið, á løgtingi. Fýra teirra stillaðu upp til seinasta fólkatingsval, og tá gjørdist Bjørt Samuelsen nummar trý á listanum hjá Tjóðveldi við 349 atkvøðum. Millum tær, sum hesuferð stilla upp, eru tvær nýggjar, nevniliga Liljan Weihe og Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen.
Liljan Weihe og Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen eru kortini ikki ókendar í politikki. Liljan er journalistur av útbúgving og hevur nógvar royndir at viðgera politikarar og politisk evni, umframt at hon kennir til fólkatingsarbeiðið, m.a. tí at hon hevur verið skrivari hjá Edmundi Joensen á fólkatingi. Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen er kommunupolitikari og hevur havt sæti í Vága kommunu síðan síðsta val.