Demokratia búmerki

Sambandsflokkurin á val við sjey kvinnum

14. oktober 2022
Seytjan fólk eru í uppskoti til fólkatingsvalið hjá Sambandsflokkinum.

Sjey av teimum seytjan í Sambandsflokkinum eru kvinnur. Tær eru:


Rósa Samuelsen


Eyðdis Hartmann Niclasen


Anna Falkenberg


Edva Jacobsen


Jensia Kjærbæk


Hanna Ovadóttir


Petrina Berg á Lag


Tvær teirra sita á løgtingi, meðan aðrar hava stillað upp til løgting og kommunustýri, men eru ikki komnar inn. Eyðdis Hartmann Niclasen er fyrrverandi borgarstjóri í Vága kommunu og hevur sitið sum avloysari á Løgtingi okkurt skifti.


Sambandsflokkurin hevur verið rættiliga tilvitaður um at fáa fleiri kvinnur upp í politiska arbeiðið við ymsum átøkum, og nú eisini við einum bólki av kvinnum, sum hevur arbeitt miðvíst við at fáa fleiri kvinnur aktiveraðar.


Onkrar teirra eru byrjaðar at gera vart við seg á sosialum miðlum, og spennandi verður at fylgja teimum øllum í valstríðnum.