Demokratia búmerki

Özlem Cekic í Norðurlandahúsinum 16. september

16. september 2015

"At byggja brýr ella grava veitir" er heitið á framløguni, sum Özlem Cekic fer at hava í Norðurlandahúsinum 16. september kl. 15. Tiltakið er alment og ókeypis.


Skrá:
Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, bjóðar vælkomin
At byggja brýr ella grava veitir, Özlem Cekic hevur framløgu
Kári Sverrisson spælir nakrar sangir
Heini í Skorini prátar við Özlem Cekic
Bókakeyp og –signering
Kaffi og køkur.


Demokratia hevur bjóðað Özlem Cekic til Føroya at greiða frá sínum lívi og virki. Özlem Cekic er dani av kurdiskari ætt. Hon hevur gingið í danskan fólkaskúla, hevur stríðst við at sameina tvær mentanir: ta turkisku og ta donsku, og hevur tikið útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. 
Hon sat á Fólkatingi fyri SF frá 2007 til 2015. Síðan er hon vorðin kend fyri átakið dialogkaffi, har hon, í staðin fyri at seta hart ímóti hørðum, bjóðar sær sjálvari heim til síni mótstøðufólk at drekka kaffi fyri ígjøgnum samtalu at broyta teirra hugsanarhátt um muslimar og flóttafólk sum heild.


Hon er eisini rithøvundur. Í 2009 gav hon bókina Fra Føtex til Folketinget út. Í 2013 fór hon undir at geva barnabøkur út um gentuna Ayse, og í 2017 kom bókin Hvorfor hader han dig, mor? sum hevur fingið framúr góð ummæli.


Í framløguni kemur hon sjálvandi inn á árini á Fólkatingi. Hvat fer í grundini fram á Christiansborg, tá ið filmstólini eru sløkt? Tosa politikarar í heila tikið saman? Hvat brenna politikarar fyri, sum stýra landinum? Og hvør er orsøkin til politikaravamlið?


Um sítt virki sum ”brúgvasmiður”, sigur hon:


”Danmark og verðin rundan um okkum upplivir ein stóran flóttafólkastreym, og talið av nýdønum í Danmark økist. Vit ræðast tað ókenda, men vit hava meira til felags enn tað, sum skilir okkum. Og við tí útgangsstøði havi eg bjóðað mær sjálvari heim til ein hóp av danskarum – bæði fólki, eg eri samd við, og fólki, eg eri rúkandi ósamd við. Eg havi eisini vitjað ymsar trúarbólkar – kristin, jødar, muslimar, ateistar – við vón um, at vit í felag kunnu byggja brýr heldur enn enn grava veitir. Við støði í mínum royndum taki eg stig til orðaskifti. Og eg komi eisini við boði um, hvat tit sjálv kunnu gera fyri at rætta teimum menniskjum hondina, vit kanska halda, at vit einki hava til felags við.”


Í Demokratia er vit sera fegin um, at Özlem Cekic hevur játtað at koma til Føroyar. 
Størsta uppgávan hjá okkum er at økja um kvinnuleiklutin í politiska lívinum. Vit vænta, at framløgan hjá Özlem Cekic kann verða íblástur hjá mongum at taka lut í politiskum virksemi til frama fyri okkum øll, og ikki minst er hennara virki sum mynsturbrótari ein øðrvísi háttur at fremja góðsemi millum fólkasløg.