Kvinnur betri umboðan hóast færri atkvøður
Á kommunuvalinum 8. november 2016 stillaðu íalt 594 fólk upp í teimum 29 kommununum kring landið – 383 menn og 211 kvinnur, svarandi til kynsbýtið 64,5% menn og 35,5% kvinnur. Men uppstillaðu kvinnurnar fingu bara knøpp 31% av atkvøðunum. Uppstillaðu menninir fingu í miðal 55 atkvøður í part, og kvinnurnar 44.
Ofta verður sagt, at jú fleiri kvinnur stilla upp, jú fleiri verða valdar. Hetta er í ávísan mun rætt, men sjálvsagt er talið av atkvøðum til ávv. menn og kvinnur ikki altíð proportionalt við talið av monnum ogkvinnum millum tey uppstillaðu. Fleiri kanningar benda á, at menn í størri mun velja menn, meðan kvinnur býta sínar atkvøður javnari millum bæði kyn,
sí t.d. her .
Mynstrið er ójavnt í ymsu kommununum. Í teimum flestu økjunumhava menninir í miðal fingið millum 12 og 17 atkvøður fleiri í part enn kvinnurnar - í Tórshavn 60 fleiri. Í Sandoynni hava menninir tó bara fingið 4 atkvøður fleiri í part enn kvinnurnar, og einasta økið, har kvinnurnar hava fingið fleiri atkvøður, er Vága valdømi, har kvinnurnar fingu 2 atkvøður fleiri í part enn menninir.
Í trimum kommunum hava menninir og kvinnurnar í miðal fingið á leið sama atkvøðutal í part, men í nógv teimum flestu kommunum hava kvinnurnar í miðal fingið færri atkvøður enn menninir. Í tólv kommunum hava menninir í miðal fingið upp til 10 atkvøður fleiri í part enn kvinnurnar, og í átta kommunum hava menninir fingið 15-36 fleiri atkvøður enn kvinnurnar. Í fimm kommunum hava kvinnurnar fingið 2-13 fleiri atkvøður í part enn menninir.
Av teimum 198, sum vórðu vald, vóru 130 menn og 68 kvinnur, svarandi til 66% menn og 34% kvinnur. So hóast kvinnurnar fingu færri atkvøður (31%) í mun til, hvussu stóran part av teimum uppstillaðu, tær taldu (35,5%), vóru tær kortini 34% av teimum valdu. Eisini her er stórur munur á ymsu kommununum.
Í Tórshavnar kommunu vóru 45% av valevnunum kvinnur. Tær fingu 36% av atkvøðunum, men 61,5% av sessunum.
Í Sørvágs kommunu vóru 38% av valevnunum kvinnur. Tær fingu 38% av atkvøðunum og 57% av sessunum.
Í Nes kommunu vóru 45% av valevnunum kvinnur. Tær fingu 24% av atkvøðunum og 14% av sessunum.
Í Fuglafjarðar kommunu vóru 37% av valevnunum kvinnur. Tær fingu 33% av atkvøðunum og 11% av sessunum.