Gott val - vel eina kvinnu
So eru listarnir klárir til kommunuvalið, ið verða skal 8. november, sama dag sum amerikanska forsetavalið.
Demokratia hevði vónað, at fleiri kvinnur fóru at vera á listunum enn til seinasta kommunuval, men so var tíverri ikki. Talið er tað sama sum til seinasta kommunuval: 65 % menn eru stillaðir upp og 35 % kvinnur.
Við seinasta kommunuval var býtið millum menn og kvinnur 72 % móti 28%. Vit vóna at tað hesa ferð fer at eydnast at koma hægri upp, tí hetta talið er alt ov lágt fyri kvinnurnar viðkomandi.
Í The Global Gender Gap Report fyri 2016 sæst, at Norðurland eru ovast á listanum, hvat viðvíkur javnstøðu, tó ikki Danmark, sum liggur á nítjanda plassi. Plássini eitt til fýra eiga Ísland, Finnland, Noreg og Svøríki.
Tað er World Economic Forum (WEF), sum ger kanningina av heilsu, kvinnum í politikki, kvinnum í leiðandi størvum, útbúgving og lønarlagi. Nina Groes, sum er forkvinna í Kvinfo í Danmark, metir, at Danmark er uppsteðgað serliga við at betra um umstøðurnar hjá kvinnum at koma í leiðandi størv. Umframt er tað sera lága talið av kvinnum í politikki og lønarmunir, ið gera, at Danmark liggur so lágt.
Hvussu man síggja út hjá okkum?
Føroyskar kvinnur fingu allar valrætt til kommunustýri í 1909. Sostatt eru tað 107 ár síðan, at fólkaræðið varð víðkað at galda fyri bæði kyn. Tað gekk ikki líka long tíð at velja fyrstu kvinnu í kommunustýri, sum tað tók at velja fyrstu kvinnur í løgtingið. Longu í 1918, tvs. fyri 98 árum síðan, varð fyrsta kvinna vald í eitt kommunustýri. Tað var Johanna Poulsen úr Skopun, gift Mortensen og búsitandi á Tvøroyri.
Tað tykist at vera ómetaliga stríggið at fáa kvinnur at stilla upp og brúka sín rætt at vera við til at gera av, hvussu vit skulu skipa okkum sum samfelag.
Orsøkirnar eru mangar, onkur vil vera við, at menn er meira kappingarsinnaðir enn kvinnur, og at kvinnur ikki kenna seg líka so væl skikkaðar sum menn, men tá tær so verða bidnar um at greiða frá tí, tær duga og eru áhugaðar í, so eru tær líka so dugnaligar sum menn. Og at tær eru skikkaðar, sæst týðiliga av teimum vangamyndum av kommunalpolitikarum, vit hava lagt inn á heimasíðu okkara nú upp undir valið.
Trupulleikin er, at politiska spælið er sum ein kapping. Tað politiska mentanarlandslagið er sera nógv merkt av einum maskulinum dámi, bæði mátin ført verður valstríð, og eisini mátin sum orðaskiftið fer fram á fundum.
Haraftrat hava føroyskar kvinnur høvuðsábyrgdina av heimi og børnum, og tí kann tað kennast trupult og tíðarkrevjandi hjá teimum at traðka fram fyri at lata seg umboða í politikki.
Vit hava ongar heildarkanningar av viðurskiftunum hjá føroyskum kvinnum og eru tíverri ikki við í hesari kanningini av The Global Gender Gap. Tó vita vit, at lønarmunir eru stórir millum kvinnur og menn eisini í Føroyum, at kvinnur blíva fyrst og fremst millumleiðarar, og at talið av kvinnum í politikki er lágt.
Júst tí er tað so ótrúliga týdningarmikið, at vit royna at verða mynsturbrótarar.
29 kommunur við 591 valevnum. 207 teirra eru kvinnur.
Latið okkum nú velja eina politiska skipan, har øll kunnu vera við.
Gott val - Vel eina kvinnu.