Uppstillingin av kvinnum sama sum seinast
23. oktober 2022
Uml. 35% av teimum 591, sum stilla upp til kommunuvalið 8. november, eru kvinnur. Hetta er á leið sama tal sum á kommunuvalinum í 2012.
Tilsamans 70 uppstillingarlistar eru í teimum 29 kommununum. Á 55 listum eru fleiri menn enn kvinnur, og 9 listar hava fleiri kviinnur enn menn. 7 listar hava bara menn, 3 listar hava bara kvinnur, og á 8 listum eru eins nógv av báðum kynum.
Javnasta kynsbýtið er í Sandoynni, har góð 42% av teimum uppstillaðu eru kvinnur. Ójavnasta býtið er í Suðuroynni, har kvinnurnar bara telja knøpp 32% av valevninum. Í Streymoy eru nærum 40% kvinnulig valevni, og í Tórshavnar kommunu telja kvinnuligu valevnini 45%.