Uppstillaðar til løgtingsvalið 2022
Vantandi javnstøða á uppstillingarlistunum hevur leingi verið ein stórur snávingarsteining í javnstøðuarbeiðnum í Føroyum. Tí uttan kvinnulig valevni, verða ongar kvinnur valdar.
Nú tað stundar til løgtingsvalið 2022, eru batar at hóma. Tí kvinnurnar, sum bjóða seg fram hesa ferð, eru fleiri í tali í mun til undanfarin val.
Telja vit listarnar hjá øllum flokkunum saman, er býtið millum kynini til husa ferð 67 kvinnur og 99 menn. Hóast tað er ójavnt, hvussu flokkunum hevur gingist við at fáa javnstøðu, eru 40% av valevnunum til løgtingsvalið 8. desember kvinnur.
Vit gleðast um hendan batan. Tí javnstøða á uppstillingarlistunum er fyrsta stigið á leiðini til at fáa javnari kynsumboðan í politikki.
Á heimasíðuni hjá Demokratia ber til at lesa um allar kvinnurnar, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið 8. desember 2022.