Demokratia búmerki

Sterkar og fjølmentar kvinnurøddir

04. desember 2022
Demokratia hevði valkvøld fyri nýggjum kvinnuligum valevnum tann 29. november.

Seinastu tíðina hevur avbjóðingin av vantandi javnstøðu á uppstillingarlistunum fingið nógva umrøðu. Og úrslitið er, at kvinnurnar, sum bjóða seg fram, eru fleiri í tali í mun til undanfarin val.


Telja vit listarnar hjá øllum flokkunum saman, er býtið millum kynini hesa ferð 67 kvinnur og 99 menn. Hóast tað er ójavnt, hvussu flokkunum hevur gingist við at fáa javnstøðu, eru 40% av valevnunum til løgtingsvalið 8. desember kvinnur.


Vit gleðast um hendan batan. Tí javnstøða á uppstillingarlistunum er fyrsta stigið á leiðini til at fáa javnari kynsumboðan í politikki.


Men eins neyðugt er, at veljarin fær høvi at hoyra um, hvørjar áskoðanir og hjartamál tey nýggju valevnini hava fyri Føroyar.


Og røddirnar eru sterkar og áskoðarnirnar fjølmentar. Tað varð staðfest á valkvøldinum hjá Demokratia í Smæruni týsdagin, tá 14 nýggjar kvinnurøddir sluppu til orðanna.


Pallborðskjak var í tveimum umførum, og valevnini, sum sótu við pallborðið, høvdu til felags, at tær ikki hava sitið á tingi áður.


Fyrra kjakið snúði seg um hóskandi bústaðarmøguleikar. Luttarkararnir vóru


Jóhanna Christiansen, Fólkaflokkurin
Guđrun Ejdesgaard, Sambandsflokkurin
Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin
Hervør Ólafsdóttir Lützen, Sjálvstýri
Gudny Vang, Tjóðveldi
Oddvør Dahl, Framsókn
Palma Sámalsdóttir Rasmussen, Miðflokkurin


Seinna kjakið snúði seg um heilsuverkið, umsorganarøkið og umhvørvi. Luttakararnir vóru:


Mariann Poulsen, Fólkaflokkurin
Jensia Højgaard Kjærbæk, Sambandsflokkurin
Sára Gullfoss, Javnaðarflokkurin
Jóhanna Grúkaskarð, Sjálvstýri
Trina Eysturoy, Tjóðveldi
Annika Ró Samuelsen, Framsókn
Jórun Pólsdóttir, Miðflokkurin


Vit í Demokratia takka øllum valevnunum fyri teirra dirvi og skynsemi, sum skal til fyri at stilla upp til løgtingsval. Uttan tær fáa vit ongantíð varandi broyting!


Her ber til at hoyra kjakini frá valkvøldunum í fullum líki.


Demokratia hevur til endamáls at virka fyri, at talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, so umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.


Enn er langt á mál. Men tann 8. desember hava vit øll møguleikan til at flyta Føroyar fram á leið.


Á heimasíðuni hjá Demokratia ber til at lesa um allar kvinnurnar, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið 8. desember.