Demokratia búmerki

Niels Uni Dam er nýggjur formaður

04. juli 2023
- Nýggja nevndin skipaði seg á sínum fyrsta fundi í dag

Nevndin fyri Demokratia, sum varð vald í farnu viku, hevur í dag skipað seg. Nývaldur formaður er Niels Uni Dam, meðan Rósa Gaardlykke Tyril er vald næstkvinna.


Áðrenn fundin í Almanna- og mentamálaráðnum, nýtti landsstýriskvinnan Sirið Stenberg høvið til at ynskja nýggju nevndini góðan arbeiðshug og vísti samstundis á týdningin av arbeiðssetninginum hjá Demokratia.


Nýggi formaðurin er eisini ivaleysur um týdningin av at fáa størri javnstøðu í føroyskan politikk.


- Eg haldi, at tað er so sjálvfylgiligt, at vit skulu hava javnstøðu í okkara politisku skipan. Vit eru áleið helvt um helvt menn og kvinnur í Føroyum, og tí eiga bæði kyn at vera javnt umboðað í politikki. Vit hava javnstøðu í Landsstýri og á Fólkatingi, men enn eru vit komin ov stutt á Løgtingi og í kommununum. 


Verður hugt at støðuni í dag, eru bert tíggju kvinnur og 23 menn í Løgtingi – sostatt umboða kvinnur minni enn ein triðing í Løgtingi. Í kommunustýrunum er talið eitt vet frægari enn í Løgtinginum. Men hóast kvinnur har umboða 36%, er hetta als ikki nóg mikið, sigur Niels Uni Dam.


- Vit minnast øll, hvør tók um endan í Tórshavnar og Vestmanna kommunu, tá ruddast skuldi upp í 90'unum, so kvinnur bæði kunnu og duga kommunupolitikk, tí er eingin orsøk til hetta skeiva býtið, ið vit uppliva.


Samstundis siga 81% av føroyingum seg ynskja javnstøðu í kanning, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri Demokratia í fjør. Sama tal var ónøgt við, at landsstýrið einans var umboðað av monnum í síðsta parti av seinastu løgtingssetu. 


Hóast flestu okkara vilja hava størri javnstøðu í politikk, eru ábendingar um, at munur er millum høgru og vinstra, tá tað snýr seg um, hvar atkvøðurnar fara. Hetta vísir javnstøðukanning, sum varð gjørd fyri Demokratia, Javnstøðunevndina og Almanna- og mentamálaráðið á vári í ár. Men hugsjónarliga er ongin orsøk til hetta, metir Niels Uni Dam.


- Javnstøða snýr seg ikki um høgra ella vinstru, ella um loysing ella samband. Tí er onki í vegin fyri, at vit fáa enn størri undirtøku fyri javnstøðu, serliga tá vit hugsa um, at 81% av veljarunum í Gallupkanning í fjør, søgdu seg ynskja størri javnstøðu. 


Í nevndini sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Nevndin fyri Demokratia verður vald fyri valskeiðið, Løgtingið situr, og skipar seg sjálv við forkvinnu ella formanni.


Í nýggju nevndini fyri Demokratia eru hesi umboð:


Fyri Fólkaflokkin: Jóhan Eli Poulsen, Hvalba


Fyri Sambandsflokkin: Rasmus Son Mørkøre, Hoyvík


Fyri Javnaðarflokkin: Sigrið Sámalsdóttir Hentze, Sandur         


Fyri Tjóðveldi: Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, Miðvágur         


Fyri Framsókn: Hilbert í Grógv, Toftir    


Fyri Miðflokkin: Rósa Gaardlykke Tyril, Norðragøta          


Fyri Kvinnusamskipan Føroya: Elisa Vang, Tórshavn     


Fyri Kommunufelagið: Bjørg á Rógvi, Vestmanna


Fyri Javnstøðunevndina: Niels Uni Dam, Tórshavn


Varaumboðini eru:


Fyri Fólkaflokkin: Lillian Bjarnadóttir Poulsen, Hoyvík


Fyri Sambandsflokkin: Maud Poulsen, Vestmanna


Fyri Javnaðarflokkin: Ólavur Larsen, Fuglafjørður


Fyri Tjóðveldi: Rani Nolsøe, Klaksvík


Fyri Framsókn: Birita Arge, Hoyvík


Fyri Miðflokkin: Dánjal av Rana, Hoyvík


Fyri Kvinnusamskipan Føroya: Marna Jacobsen, Sørvágur


Fyri Kommunufelagið: Jóannes Lisberg, Famjin


Fyri Javnstøðunevndina: Mary Antonsdóttir, Hoyvík