Demokratia búmerki

Javnstøða skal ikki takast fyri givið

13. november 2024
Hóast framgongd í fleiri økjum, er úrslitið av kommunuvalinum í 2024 ein ósigur fyri javnstøðuna

Við lutfalsliga javnari kynsumboðan í uppstillingini, sum var ein málsetningur hjá Demokratia undan valinum, vónaðu vit, at kvinnuparturin loksins fór at økjast úr 36 prosentum og upp um sonevnda minstamarkið fyri javnstøðu, sum er 40 prosent.


Fortreytirnar vóru góðar, tí 39,4 prosent av øllum valevnunum vóru kvinnur. Men tá tað kom til stykkis, skeiklaðist kynsumboðanin í fleiri kommunum, har javnvágin vanliga er á góðari leið.


Kvinnuumboðanin er nú fallin niður á 33 prosent, sum er eitt prosent minni enn á valinum í 2016 og trý prosent minni enn í 2020.  


Kvinnulistarnir gjørdu sítt


Hóast hetta bakkastið, vóru eisini glottar hesaferð. Av 29 kommunum eru tað nú fjúrtan, ið vit kunnu siga hava javnstøðu. Hetta eru tvær kommunur fleiri enn eftir valið í 2020.


Av teimum fjúrtan kommunum við javnstøðu eru heili fimm í Suðuroynni. Hetta bendir á eina jaliga gongd millum suðringar, sum eftir øllum at døma hava givið kvinnunum rúm at traðka fram. Í Porkeri, Hovi og Sumba  – umframt Kvívík og Skopun – eru kvinnurnar í yvirlutan við einum umboði, tó at talan framvegis er um javnstøðu.


Umframt fimm av kommunum í Suðuroy - Porkeri, Hov, Sumba, Fámjin og Tvøroyri - er javnstøða eisini í Kvívíkar kommunu, Skopunar kommunu, Húsavíkar kommunu, Vága kommunu, Skálavíkar kommunu, Kunoyar kommunu, Eysturkommunu, Sunda kommunu og Sjóvar kommunu.


Í tveimum teimum síðstnevndu var talan um ein rættan sigur fyri kvinnuumboðanina. Kvinnulistarnir í Sunda kommunu og Sjóvar kommunu eru nevniliga beinleiðis orsøk til, at javnstøða nú er í báðum kommunustýrunum. Var tað ikki fyri hesum serligu átøkum, sum kvinnurnar har stóðu fyri, so gjørdist hetta kommunuvalið ein enn dyggari smeitur fyri javnstøðuna og fólkaræðið. At vit sluppu undan honum, er ikki minst hesum avrikum at takka.


Javnstøða skal ikki takast fyri givið


Hyggja vit at teimum størstu kommununum í landinum, versnaði støðan eftir kommunuvalið. Tórshavnar kommuna fór úr sjey kvinnum niður í fimm. Klaksvíkar kommuna fór úr fýra kvinnum niður í tríggjar.


Men eitt tað ringasta úrslitið hesaferð má sigast at vera í Runavík, sum undan valinum hevði fýra kvinnur sitandi í kommunustýrinum, men nú er í teirri støðu, at ein av ellivu kommunustýrislimum er kvinna.


Støðan er enn eitt vet verri í tveimum av smærru kommununum, Hvannasundi og Skúvoy, har eingin kvinna nú situr í kommunustýrunum.


Valúrslitið er ein áminning til okkum øll – t.e. politisku skipanina, fjølmiðlarnar, og okkum veljarar, ung sum gomul: javnstøða skal ikki takast fyri givið.


Kommunuvalið í 2024 staðfesti, at tørvur framvegis er á serligum átøkum - sum Demokratia í sjálvum sær er dømi um - fyri at økja um kvinnupartin í politikki.


Tá ið samanum kemur, liggur ábyrgdin hjá veljarunum. Men fyri okkum í Demokratia og politisku skipanini er neyðugt við sjálvrannsakan og øktum fokusi á javnstøðu framyvir.