Demokratia búmerki

Eg vildi vera við har avgerðir verða tiknar, og hava ávirkan

10. november 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Hildigerð Djurhuus kommunustýrislimur í Sands kommunu.

Navn: Hildigerð Djurhuus


Kommuna: Sands kommuna


Borgarligt starv: Posta


Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Hettar er mítt fyrsta skeið í kommunalpolitikki. Eg havi verið forkvinna í umhvørvis- og trivnaðarnevndini, limur í havnanevndini, teknisku nevnd og fíggjarnevndini.


Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tað er at vera við til at gera ein mun, og arbeiða fyri at gera umstøðurnar í kommununi betur.


Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Til seinasta val, fóru vit til val uppá, at kommunustýrið skuldi verða ein eind, og vit hava arbeitt soleiðis hettar skeiðið. Ikki ein meiriluti og ein minniluti, ein samla eind, so eg føli, at eg havi gjørt mun í øllum arbeiðinum í kommunustýrinum. 


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Míni hjartamál eru millum annað umstøðurnar at búgva her. Millum annað havi eg verið við til at leggja lunnar undir nýggjan barnagarð, sum er tiltrongt, tí barnagarðurin er ov lítil. Eisini hava vit broytt gjaldið í barnagarðinum soleiðis at bert verður goldið fyri eitt barn í barnagarði og vøggustovu.


Gjørt nýggja útstykking


Eisini er nógv arbeiði lagt í at betra umstøðurnar á Meginskúlanum. Tekningar eru gjørdar fyri um- og útbyggingar, har vóni eg at kunna halda á við tí.


Eisini er komið undir land við at betra umstøðurnar við havnalagið, har verða bátabrúgvar lagdar í næstum.


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Fyri at vera við har avgerðir verða tiknar, og fyri at hava ávirkan, og fyri at kunna gera umstøðurnar á Sandi betur.


Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Tað er heilt greitt, at byrjað er uppá nýggja barnagarðin, og at vit hava lækkað barnagarðsgjaldið. Eisini eri eg sera glað um nýggju útstykkingina í Skarðsbøi.


Ætlar tú at halda fram næstu setu? Ja


Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Sjálvsagt má arbeiðið halda áfram við Meginskúlanum. Eisini mugu kommunurnar hugsa meira um eldraøkið. Fólk liva longur og brúk er fyri einum millumliði millum tað at búgva í sínum egnu húsum, og at fara á ellisheim. Møguliga eldraíbúðir, sum eru tengdar at Økistænastuni. Og so haldi eg tað liggur líka til høgrabeinið at halda á við góða stevinum í Sands kommunu, tí við samstarvi so røkka vit langt!



Hví skal man stilla upp til kommunuval? Tað er ein borgaraskylda, og tað er umráðandi at fleiri og ymisk fólk stilla upp.