Demokratia búmerki

Stríðsval millum kvinnur

02. november 2024
Sama hvussu leikur fer, skal ein kvinna ganga á odda fyri Tjóðveldi

Leygardagin 2. november verður stríðsval um, hvør skal røkja sessin sum forfólk í Tjóðveldi.


Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður valið bara millum kvinnur, og hetta má sigast at vera ógvuliga sjáldsamt.


Orsøkin er sjálvandi tann, at Høgni Hoydal hevur sagt formanssessin frá sær, og av tí at bara tingfólk kunnu veljast sum forfólk í Tjóðveldi, sigur tað seg sjálvt, at bara kvinnur eru í uppskoti. Meirilutin av teimum valdu tingfólkinum hjá Tjóðveldi eru jú kvinnur.


Valið stendur millum Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg. Bjørt Samuelsen hevur boðað frá, at um hon verður vald, sigur hon tingforfólkssessin frá sær.


Næstforfólkið verður Hervør Pálsdóttir. Hon er einasta uppskot um næstforfólk.