Demokratia búmerki

Eingin dugir alt, men øll duga okkurt

30. oktober 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Súsanna Olsen, býráðstýrislimur í Tórshavn

Navn: Súsanna Olsen


Kommuna: Tórshavnar kommuna


Borgarligt starv: Vísindastarvsfólk og útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya.


Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Eri partur av minnilutanum í Tórshavnar býráð, og eg havi verið varafólk fyri Ruth Vang úr Framsókn síðan seinasta løgtingsval í desember 2022.


Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? At ein fær ávirkan á stórar avgerðir, ið verða tiknar vegna vælferðina hjá borgaranum í landsins fólkaríkastu føroysku kommunu. Ein hevur ítøkiliga ávirkan á politikk í nærdemokratiska kommunusamstarvinum, millum fólkavalda meir- og minnilutan, sum í Tórshavnar kommunu eru 13 í tali. Í landspolitikki eru politisku gongdirnar meiri yvirskipaðar og langdrignar, enn í kommunupolitikki, er mín fatan.


Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Innan kjarnuvælferðina, sum er tann, ið er tættast upp á einstaka borgaran - “frá vøggu í grøv”. T.d. haldi eg arbeiðið í teimum nevndunum, eg havi sitið í hesa setuna, er áhugavert og týdningarmiklast: Hetta eru ávikavist Mentamálanevndin, Byggi- og býarskipanarnevndin og Tekniska nevnd. Hesar nevndir eru við til at taka avgerðir, sum hava ítøkiliga ávirkan á borgaran hvønn einasta dag...


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Øll kjarnuvælferðin so ella so – men skal eg raðfesta, so liggur serliga dagstovna– og eldraøkið mær nærmast.


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Fyri at fáa ávirkan (í staðin fyri at havast - t.d. á Facebook ???? - um alt, sum ikki riggar). Eg metti tá, og geri framvegis, at eg, við mínum lívs- og arbeiðsroyndum og fakliga førningi, kann gera mun. Mítt lívsmotto er at “Eingin dugir alt, men øll duga okkurt” – gott samstarv í einum kommunustýri er altavgerandi...


Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? At matarskipan til dagstovnar er sett á skrá og hevur verið umrøtt í Býráðnum á tveimum fundum. Og arbeitt verður við at kanna, hvussu matarskipan til øll dagstovnabørn í Tórshavnar kommunu á besta og skynsamasta hátt kann lata seg gera.


Ætlar tú at halda fram næstu setu? Ja, eg stilli upp fyri Framsókn.


Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Matarskipan á dagstovnaøkinum, har eitt fólk burturav tekur sær av tí, at børn fáa góðan og sunnan mat, meðan tey eru í barnagarði. Hetta skal skipast sum “ein avloysari til matpakkan”. Børn hava stóra gleði av at sita til borðs og eta frískan og fjølbroyttan kost saman við øðrum – hetta er ikki bara eitt trivnaðarátak, men sanniliga eisini eitt menningar- og dannilsisátak.


Hví skal mann stilla upp til kommunuval? Fyri at gerast ein aktivur limur í okkara nærdemokratii. Tað er ikki vist, at ein sleppur inn beinanvegin - men so hevur tú gjørt eina roynd.


Serliga umráðandi er at fáa fleiri kvinnur við í kommunupolitikkin; vit eru helvtin av borgarafjøldini, og tí skal vera javnstøða hvat kommunustýrisumboðum viðvíkur eisini.