Demokratia búmerki

Man kann gera mun á flest øllum økjum

25. oktober 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Anita Vibergsdóttir, kommunustýrislimur á Tvøroyri

Navn: Anita Vibergsdóttir


Kommuna: Tvøroyrar Kommuna


Borgarligt starv: Suðuroyðar Ellis og Røktarheim, dagtilhaldið.


Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Havi verið limur í Tvøroyrar býráð í 12 ár.


Míni álitisstørv í býráðnum:


• Forkvinna í mentanarnevndini 


• Forkvinna í vinnu og havnanevndini


• Varaborgarstjóri


• Havi eisini havt sess í teknisku, sosialu og trivnaðarnevndini


• Umboðað kommununa í skúlastýrinum.


• Limur í bygginevndini til nýggja barnagarðin


• Sitið í fyrireikingarbólkinum til forskúlan Gluggan

Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum:


• Man hevur ávirkan á flest øll viðurskifti í kommununi.


• Man sær úrslit av førdum politikki


• Man fær innlit í nógv viðurskifti í kommununi.


• Man kann ganga ynskjum hjá borgarum á møti.


• Tá borgararnir eru nøgdir.


Á hvørjum øki følir tú, at tú fært gjørt mun: Tá ein situr í einum býráð, kann ein gera mun á flest øllum økjum, eg haldi eisini at man hevur skyldu at gera sína ávirkan galdandi.


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunalpolitikki? Mentan, trivnaður og vinnan. Um hesi ganga hond í hond so er tað gott og liviligt hjá øllum okkara borarum.


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð: Samfelagsviðurskifti hava altíð havt mín áhuga og hava fylt nógv heima hjá okkum. Eg hevði hugsað um at stilla upp og tá tað so bleiv heitt á meg, ivaðist eg ikki í at siga ja.


Hvørji mál ert tú serliga glað um at hava rokkið:


• At Tvøroyrar kommuna er væl fyri fíggjarliga, hetta er grundarlagið undir at vit kunnu fara undir nýggjar verkætlanir.


• At vit hava ein nýggjan vælvirkandi barnagarð.


• At forskúlin Gluggin bleiv veruleiki.


• At fleiri øki í býnum eru fríðkaði.


• At fleiri spælipláss eru gjørd runt um í kommununi.


• At keihylurin er gjørdur liðugur.


• At ítrótturin hevur høga raðfesting og góðar karmar.


• At góðkent, aktivt og vælvirkandi skjalasavn er sett á stovn.


• At bygningarnir hjá Thomsen eru keyptir og umvældir.


• At bátahylarnir eru dagførdir. 


Ætlar tú at halda fram í næstu setu: Eg stilli upp til kommunuvalið 12 novembur, so fáa vit at síggja hvussu leikur fer.


Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við í komandi setu: Vit hava gjørt nógvar og stórar íløgur á Tvøroyri seinastu árini, bæði innanfyri tey bleytu og hørðu virðini, og tað er stuttligt at hoyra frá barnafamiljum, hvussu góðar umstøðurnar eru á hjá teimum í kommununi. 


Um eg komi innaftur fari eg at raðfesta:


• At Tvøroyrar kommuna framhaldandi førur ein skynsaman fíggjarpolitik.


• At eldraøki fer at fáa hægstu raðfesting, har vit mugu hugsa nýggjar loysnir fyri m.a. bústað til tey eldru.


• At Tvøroyrar kommuna verður framtíðartryggjað, m.a. til ein komandi suðuroyðartunnil.


Hví skal man stilla upp til kommunuval: Um man hevur áhuga fyri politikki og viðurskiftum í kommununi og um man ynskir at hava ávirkan, so eigur man at stilla upp.


Tað er brúk fyri báðum kynum í einum býráð, so hvørki menn ella kvinnur skulu halda seg aftur í at stilla upp. 


Sjálv havi eg ongantíð følt at mítt kyn hevur verið ein forðing.