Tær nýtist ikki at vita alt um alt
Navn: Jónleyg J. Bech
Kommuna: Tvøroyrar kommuna
Borgarligt starv: HR-starvsfólk á Suðuroyar sjúkrahúsi
Politisk álitisstørv og tíðarskeið í politikki: Eg havi verið býráðslimur síðan 2021. Í hesum tíðarskeiði havi eg verið forkvinna í sosialu nevnd og nevndarlimur í mentanarnevndini. Í tíðarskeiðnum 2021-2023 var eg eisini forkvinna í trivnaðar- og umhvørvisnevndini og limur í fíggjarnevndini. Harumframt eri eg limur í stýrinum fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu og kommunalt umboð í bygginevndini fyri nýggja kappróðrarneystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelagi.
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? At hava ávirkan og møguleika at gera ein mun í nærumhvørvinum, og at vera við til at menna og flyta kommununa fram á leið.
Á hvørjum øki følir tú, at tú fært gjørt mun? Sum býráðslimur hevur tú møguleika at gera mun og hava ávirkan á flest øllum økjum.
Hvørji eru tíni hjartamál í politikki? Eg haldi alt kommunala økið vera áhugavert, tó hava serliga trivnaðarøkið, mentanarøkið og barna- og ungdómsøkið mín áhuga.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri kommunalum viðurskiftum og kommunupolitikki, og eg havi áður arbeitt nógv ár í kommunalari umsiting. So tá eg varð spurd um at stilla upp til kommunuvalið í 2020, helt eg tað vera spennandi at royna.
Hvat mál ert tú serliga glað fyri at hava rokkið? Tað eru fleiri mál, ið eg fegnist um, at vit hava rokkið hesa setuna, og nøkur mál eru eisini væl ávegis. Serliga fegnist eg um, at vit hava fingið forskúlan Gluggan og rúsfrítt tilboð til ungdómin í vikuskiftunum, umframt onnur mál m.a. á trivnaðar- og mentanarøkinum.
Ætlar tú at halda fram næstu setu? Nei, eg stilli ikki upp til komandi kommunuval.
Hví skal mann stilla upp til kommunuval? Um tú ynskir at hava ávirkan á tað, ið hendir í nærumhørvinum, vil eg viðmæla tær at stilla upp. Tað er spennandi, áhugavert og læruríkt at vera partur av einum býráði. Kommunala økið fevnir breitt og er sera fjølbroytt - og tær nýtist ikki at vita alt um alt, fyri at bjóða teg fram.