Tað ræður um at standa saman um sína kommunu
Navn: Marjun S. Debes
Kommuna: Skopunar kommuna
Borgarligt starv: Skrivstovukvinna
Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Av tí at vit eru undir 500 fólk, hava vit ikki nevndir í kommununi. Tó so, havi eg tikið mær av tí sum kemur undir bygginevndina og tað ið har til hoyrir, bæði hetta og seinasta skeið.
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tað besta haldi eg, er man er við til at taka avgerðir, sum eru til frama fyri borgararnar og bygdina sum heild. Hvør avgerð er ikki til gagns fyri allar borgarir, men uppá sikt, skal man hava tikið avgerðir sum gagna øllum borgarum. Hóast, vit hvør í sær, eru vald av ymsikum borgarum, skulu vit arbeiða til frama fyri allar borgarar. Ikki kann síggjast ímillum fingrarnar við, at avgerðir eisini mugu takast, ið ikki geva + poeng á kontoina. Man má taka tað súra við tí søta um ein kann siga so. Tó so, skal eg vera skjót at svara, at tað tíbetur er tað jaliga ið fyllir meira.
Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Eg eri, og havi verið, virkin á nógvum økjum, sum hevur givið mær góðar royndir við í ryggsekkin, til at kunna brúka í kommunalum høpi. Eg eri ikki beingin fyri at taka eina hond í, har tørvur er á tí.
Eg havi veri ein aktivur partur á øllum økjum, í gjøgnum tey 8 árini, ið eg havi sitið í Skopunar kommunu, so eg føli at eg kann vera við til at gera mun á øllum økjum.
Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? Trivnaður fyri bæði ung og eldri. Eina opna kommunu, har hvør borgari følir seg hoyrdan, sæddan og virdan. Samstundis sum kommunan verður stýrd við fíggjarligum skynsemi, har pláss er til at bæði bleytu og hørðu virðini verða raðfest. Umhvørvið stendur mær eisini nær.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Áhugin fyri samfelagsviðurskiftum, serliga kommunal viðuskifti, hava altíð havt mín áhuga. Eg helt at tað vóru økir, ið kundu raðfestast ørðvísi, og bara sum heild fáa yngri fólk inn, sum síggja tingini frá einum øðrum sjónarhornið. Eg haldi at eitt gott kommunustýrið, er ein góð samanseting av ungum og eldri, kvinnum og monnum. Eingin kann alt, men øll kunnu okkurt.
Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Eg eri sum heild glað fyri tað sum er rokkið í bygdini, tey árini eg havi veri ein partur av kommunustýrinum. Í einari kommunu ger eingin nakað aleina, tað má sum minst ein meirluti til. Men av málum, sum eg eri serliga glað fyri at hava veri ein partur av, kann nevnast:
- Játtanin til B71 er hækka ígjøgnum øll árini – Hetta er ein íløga í okkara ungdóm
- Spæliplássini í barnagarðinum og skúlanum
- Asfalt er lagt á fleiri vegir
- Skatta % er lækka
- Várdagar, eitt trivnaðar og mentanarligt tiltak
- Útstykking
- Kai økið
- Hetta er bara ein lítil partur av tí sum er framt, men hetta er fyri at nevna nakað.
Ætlar tú at halda fram næstu setu? Ja tað er ætlanin, um veljarin gevur mær álit til tess.
Hvat mál vilt tú serliga arbeiða víðari við komandi setu? Um eg fái tann framíhjárætt at vera vald til eitt 4 ára skeið avtrat, ynski eg m.a. at arbeiða víðari við:
- Parkeringviðurskiftinum við skúlan, har gongd er í málinum
- Finna eina loysn við tilboðið til okkara ungdóm
- Lendisgøtum
- Tyrvingarpláss og aðrar grønar og umhvørvisvinarligar loysnir
- Dagføringar á barnagarðs og skúlaøkinum
- At kommunan skal verða gjøgnumskygd – lata borgaran vita, heldur enn at gita !
Hví skal man stilla upp til kommunuval? Eg haldi at tað er týdningarmikið at bjóða seg fram, um man hevur áhuga fyri viðurskiftum í sínari kommunu, og hevur áraðið til at vera ein rødd hjá og saman við sínum bygdafólki. Sum sagt, eingin kann alt, men øll kunnu okkurt, og tí ræður um at standa saman um sína kommunu, til frama fyri trivnaðin og menningina í bygdini.