Tað er spennandi at vera við í fremstu røð
Navn: Sólfríð Jacobsen
Kommuna: Vága kommuna
Borgarligt starv: Lækni
Politisk álítisstørv og tíðarskeið í politikki: Eg varð vald fyri aðru ferð í býráðið í Vága kommunu í 2020. Fyrru ferð var í 2008, men tá gavst eg í úrtíð vegna lesnað uttanlands. Havi verið forkvinna í Demokratia umboðandi Tjóðveldi.
Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? Tað er spennandi at vera við í fremstu røð, har avgerðirnar verða tiknar, og soleiðis at hava ávirkan á, hvussu nærumhvørvið verður myndað.
Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Fyri mítt viðkomandi hevur størsta arbeiðsorkan ligið í nevndunum, eg havi sitið í; teknisku nevnd og vinnu- og havnanevndini, umframt stýrinum fyri Vesturvón.
Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Tí ferðslan gjøgnum Miðvág var alt ov illa skipað. Bilar koyrdu alt ov skjótt, og ongin tók ábyrgd av hesum. Tað er batnað nakað, men tað er als ikki nøktandi enn.
Ætlar tú at halda fram næstu setu? Nei, nú fari eg at hava eina pausu.