Demokratia búmerki

Tær nýtist ikki at vera alvitandi fyri at stilla upp

02. oktober 2024
Demokratia hevur sett kvinnur í kommunustýrunum í violetta stólin at svara nøkrum spurningum. Hesaferð er tað Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.

Navn: Bjørg á Rógvi


Borgarligt starv: Borgarstjóri (eri annars sjálvstøðug vinnurekandi)


Kommuna: Vestmanna


Politisk álitisstørv og tíðarskeið í politikki: Eg havi í fleiri ár verið limur í umboðsráðnum hjá Føroya Realkreditstovni og eri tað framvegis,  men annars havi eg ikki verið politiskt virkin, fyrr enn eg stillaði upp til seinasta kommunuval.


Hvat er tað besta við at vera í kommunustýrinum? At tú fært ávirkan á títt nærumhvørvi.


Á hvørjum økjum følir tú, at tú fært gjørt mun? Í Vestmanna bygdaráð er javnstøða, og av tí at arbeiðslagið eisini hevur verið framúr gott, eru vit fleiri, sum hava gjørt mun nógvastaðni.


Hvørji eru tíni hjartamál í kommunupolitikki? At kommunan skapar góðar karmar fyri tey, sum búgva her, og at okkara ungu tískil hava góð minnir úr heimbygdini, og vónandi seta búgv her sum vaksin. At vinnulívið hevur góðar umstøður. At vegurin bæði rúmar bilum og fólki, sum eru til gongu. At bygdin hevur eitt spennandi mentanarlív. At Vestmanna bygd er ruddilig og vøkur á at líta -  bert fyri at nevna nøkur av mínum hjartamálum.


Hví valdi tú at stilla upp fyrstu ferð? Hetta verður eitt undarligt og erligt svar: Eg troyttaðist av, at miðstaðurin var so óruddiligur og óskipaður, og at tað alt ov ofta vóru bakteriur í drekkivatninum. 


Hvat mál ert tú serliga glað um at hava rokkið? Eg havi onki mál rokkið einsamøll, men fegnist um, at fleiri av málunum, sum bygdaráðið setti sær fyri, eru vorðin veruleiki. Fyri at nevna nøkur, so er ungdómshúsið uppraðfest bæði við starvsfólki og verkstovum, Fjallsvegur er gjørdur, bedingin er ruddað og miðstaðurin fríðkaður, og mentanarøkið er uppraðfest. Friðaðu Fitjahúsini og Pakkhúsið hava eisini fingið nýggjan eigara við stórum ætlanum. Eisini er fyrireikingararbeiðið í sambandi við stóru verkætlanina at umvæla Vestmanna Skúla komið undir land. Eg fegnist somuleiðis um alt møguligt annað, sum er komið av skafti ella er í stoypiskeiðini, og sjálvandi at ongar bakteriur hava verið í drekkivatninum hettar valskeiðið ????


Ætlar tú at halda fram næstu setu? Eg kundi gott hugsað mær at verið partur av bygdarráðnum næstu fýra árini, tí hettar hevur verið ein ótrúliga mennandi og spennandi tíð - serliga hava tvey tey seinastu árini sum borgarstjóri verið sera lærurík, men av persónligum ávum stilli eg ikki upp hesaferð.


Hví skal mann stilla upp til kommunuval? Fyri tað fyrsta er tað ein samfelagsskylda, og fyri tað næsta er tað ótrúliga spennandi og læruríkt at verða partur av bygdarráðnum, bæði tá stórar og lítlar avgerðir skulu takast, sum onkusvegna ávirka tín gerandisdag. Tær nýtist heldur ikki at vera alvitandi fyri at stilla upp, tað tekur umsitingin sær av.


Haldið tykkum ikki aftur, tað er slett ikki rakettvísind, sum eru neyðug fyri at sita í bygdaráðnum!