Hvat gera flokkarnir fyri at fremja javnstøðu?
12. februar sendi Demokratia øllum politisku flokkunum uttan Sambandsflokkinum bræv við fyrispurningi um, hvat flokkarnir ætla at gera til tess at fremja javnstøðu. Nevndin sendi ikki fyrispurningin til Framtak, av tí at flokkurin ikki var alment skrásettur tá.
Nú vit skriva 8. mars, hava bara tríggir flokkar svarað – Javnaðarflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin. Nevndin harmast um, at Fólkaflokkurin, Sjálvstýri og Tjóðveldi ikki hava svarað okkara fyrispurningi. Demokratia vónar sjálvsagt, at flokkarnir kortini fara at gera sítt til at skapa javnvág millum kynini á uppstillingarlistunum, men nevndin er hugstoytt av, at so lítil áhugi er at svara fyrispurninginum.
Brævið var soljóðandi:
Nú um dagarnar hevur ein lýsing verið at sæð frá Sambandsflokkinum, har flokkurin sóknast eftir samsintum kvinnum at stilla upp til komandi løgtingsval.
Lýsingin kann síggjast her:
http://www.val2019.fo/?fbclid=IwAR3iXqe-1eLevd2weMSqJ8SR0BuzQUr-TCdORUN4qNytzamGgMy5T29HxhA
Demokratia fegnast um hetta átak og fer við hesum at spyrja, hvat tykkara flokkur hevur í hyggju at gera til tess at fremja javntøðuna millum kynini í sambandi við komandi løgtingsval?
Kann flokkurin vinarliga svara nevndini í seinasta lagi 26. februar.
Ætlanin er at endurgeva svarini frá øllum flokkum á heimasíðu og Facebooksíðu nevndarinnar.
Javnaðarflokkurin svarar soleiðis:
Vit eru spurd, hvat flokkurin hevur í hyggja at gera til tess at fremja javnstøðuna millum kynini til komandi løgtingsval.
Í Javnaðarflokkinum hava vit staðfest í lóg floksins, at tað skal vera javnstøða ímillum kynini á endaliga valevnislistanum. Hetta royna vit altíð at stremba eftir. Seinasta fólkatingsval høvdu vit 100 % javnstøðu, men megnaðu vit ikki hetta til løgtingsvalið, tá bert ein triðingur var kvinnur. Tá samgongan varð skipað eftir seinasta val, høvdu vit kortini javnstøðu í landsstýrinum við fýra kvinnum og fýra monnum.
Uppstillingarfundir til komandi val verða næstu mánaðirnar, og uppliva vit stóran áhuga frá kvinnum. Higartil hava vit javnstøðu á listanum yvir valevni, sum eru áhugað í at koma á listan, og meta vit ikki í løtuni, at vit hava tørv á eyka átøkum til tess at fáa fleiri kvinnur á listan.
Vit kunnu leggja afturat, at í Javnaðarflokkinum stremba vit altíð eftir javnstøðu millum kynini og ikki bara upp undir val. Vit hava nógvar kvinnur, sum eru virknar í flokkinum, bæði í feløgum og í nevndum umboðandi flokkin, og í formansskapinum eru kvinnurnar í løtuni í meirluta. Eisini er javnstøða eitt evni, sum vit hava arbeitt nógv við politiskt og hevur landsstýriskvinna okkara í hesum valskeiði orðað ein javnstøðupolitikk fyri komandi árini.
Framsókn svarar soleiðis:
Fyri okkum í Framsókn, er javnstøða ein sjálvsagdur lutur.
Higartil hevur tað eydnast.
Miðflokkurin svarar soleiðis:
Miðflokkurin hevur altíð havt virknar kvinnur í flokkinum. Bæði sum nevndarlimir og við álitssessum í flokshøpi. Miðflokkurin hevur somuleiðis havt kvinnur sum valevni frá byrjan. Eisini skal leggjast aftrat, at kvinnurnar í Miðflokkinum hava sín egna felagsskap, ”Kvinnur í Miðflokkinum”. Miðflokkurin raðfestir styrkirnar hjá báðum kynum, men tað er upp til hvønn einstakan at taka støðu til at stilla upp til valið. Miðflokkurin trýr uppá kvinnur eins og menn, men neyðugt er, at kvinnurnar sjálvar melda seg inn í kampin! Kortini eigur hetta ikki at verða eggjað teimum við serligum sømdum ella lóg.